Fýra av teimum fimm dystinum í 14. umfari í Effodeildini verða spældir í dag klokkan 15.00. Oddaliðið var í dysti í gjár og vann á FC Suðuroy.
HB í Sarpugerði
Inntil níggju umfør ella triðingurin av kappingini var farin, var Víkignur topplið. At tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku fimm ferðir á rað bar við sær, at EB/Streymur í 10. umfari tók oddasessin.
Leygarkvøldið reistu víkingarnir seg so dyggiliga, tá ið teir vunnu á útivølli ímóti EB/Streymi. Nú er HB á skránni í Sarpugerði. Tá ið hesi bæði liðini í fjórða umfari hittust í Gundadali endaði tað 1-1.
Sunnudagin vann HB 6-0 heimasigur á FC Suðuroy. Undan tí uppgerðini var úrtøkan bara full í einum av fimm dystum.
Hjá Víkingi hava skaðar leingi argað illa. Lasse Qvist, Hanus Jacobsen og Hans Jørgen Djurhuus hava verið skaddir, og tað er ivasamt, um teir vera við, tá ið Víkingur fyri fyrstu ferð fer at royna seg á nýggja undirlagnum í Sarpugerði.
Grannauppgerðir
Í Klaksvík vitjar ÍF. KÍ hevur vunnið átta ferðir á rað, tá ið sæð verður burtur frá 5-0 kolapsinum í Gundadali ímóti HB fyri fýra vikum síðani.
Hjá ÍF hevur tað verið meiri misjavnt, men 2-0 heimasigurin á B68 varð vunnin við ágangandi avriki. Í fjórða umfari vann ÍF 2-0 á heimavølli ímóti KÍ.
Felags fyri bæði liðini er, at tað er stór kapping um plássini millum teir fyrstu ellivu. Hjá KÍ er miðvallarin Filip Djordjevic tøkur aftur eftir leikbann.
Fyri viku síðani lyfti NSÍ seg við trivaligum 3-1 útisigri á TB upp frá botnplássunum. Nú fær NSÍ vitjan av grannunum á Toftum, sum eru illa sperdir.
Í vikuni varð fyrrverandi meistaravenjarin hjá NSÍ, Johan Nielsen, settur at hjálpa sínum gamla hjálpara, Paula Poulsen, ið er venjari hjá B68. Fyrsta avbjóðingin hjá teimum báðum er lyklauppgerð ímóti felagnum, sum teir í 2007 førdu til fyrsta og higartil einasta FM heitið.
B68 hevur verið illa skaðaplágað. Framrættaðu Keita og Ukpai vórðu skiftir inn í Fuglafirði. Teir verða roknaðir at verða styrkir í álopspartinum. Verjukendu Niklas Joensen og Ndende eru saman við miðvallaranum Jann Inga Petersen skaðadarvaðir,og hesa ferð er Einar T. Hansen leikbannaður.
Hjá NSÍ er Jens Joensen tøkur aftur eftir leikbann. Ímóti TB var Helgi L. Petersen eftir skaðasteðg aftur í miðverjuni. Nú er upp til Kára Reynheim at gera av, hvør skal spæla í miðverjuni undir liðini á Pál Mohr Joensen, sum rættuliga er komin fyri seg.
Óstøðugir meistarar
Hjá B36 var tað ógvuliga stórt vónbrot leygardagin at leggja rygg til 3-2 heimatap ímóti KÍ, eftir at meistararnir stóran part av 2. hálvleiki høvdu roynt at skora sigursmálið. Úrslitið var undirstriking av óstøðugi gongdini, sum vísir seg í, at meistararnir bara eina ferð í fimm teimum seinastu umførunum hava vunnið fulla úrtøku.
Jonas Flindt Rasmussen er skaðaplágaður, og hesa ferð er Heini í Skorini leikbannaður.
Hjá TB var miðvallarstríðsmaðurin Martin Tausen leikbannaður ímóti NSÍ.
Í fjórða umfari, tá ið TB framvegis hevði heimavøll á Vágseiði, hevði B36 4-1 sigur norður aftur við sær. Nú verður slagið millum B36 og TB í Gundadali.
Effo deildin 14. umfar
Sunnudagin 24. juni
Víkingur-HB: Dagfinn Forná kl. 15.00
B36-TB: Rúni Gaardbo kl. 15.00
NSÍ-B68: Petur Reinert kl. 15.00
KÍ-ÍF: Ransin N. Djurhuus kl. 15.00
Leygardagin 23. juni
FC Suðuroy-EB/Streymur: 0-2 (0-1)
0-1 Arnbjørn T. Hansen
0-2 Hans Pauli Samuelsen