Fótbóltsprát
Tað fær neyvan verið størri. Seinasti dysturin hjá Allani Mørkøre í Formula-deildini varð eisini dysturin, har hann vann sítt triða FM-heitið. Og hann tóktist mest sum sveima oman fyri sær sjálvum í ovurfagnaði, tá vit eftir dystin fingu orð á hann.
- Hetta er snøgt sagt dreymurin, sum er upplivdur. Sjálvandi vilt tú altíð vóna, at tilveran í fremstu røð kann enda soleiðis, men at tað so eydnast. Tað er bara heilt fantastiskt.
Men hóast hann eftir sigurin kundi fegnast við liðfeløgunum, so mátti Allan ásanna, at tað stóð nógv á monnum, tá dysturin varð spældur.
- Tað var næstan KÍ-dysturin umaftur. Vit hava tríggjar 100% kjansir í fyrra hálvleiki - har av eg eigi tann eina - men vit skora ikki. Og so verður talan av álvara um mótbrekku, tá vit fara inn til seinna hálvleik.
Tað var eisini HB, sum við sínum eyðkenda tolna spæli byrjaði seinna hálvleik betri. Fóru tit ongan tíð at hugsa um, at hetta var kanska ógjørligt at vinna aftur?
- Tað sá í øllum førum ikki gott út. Vit koma ikki fram til nakað sum helst eftir steðgin, men tá teir so gera ein persónligan feil, megna vit tíbetur at skora. Og so haldi eg, at vit vóru omaná. Teir komu ongantíð fyri seg aftur, helt Allan.
Fingu frið á
Stutt eftir, at at B36 hevði javnað, gjørdi GÍ tað sama inni á Skála. Frá teirri løtu, var B36 føroyameistari, og hóast spælararnir ikki beinleiðis ganga og lurta eftir útvarpinum undir dysti, so helt Allan, at hetta hevði givið teimum nakað av frið yvir spælið.
- Tað gjørdi tað. Og tað gjørdi tað kanska eisini, tá vit vóru á odda 2-1, men framvegis sært tú, at vit klára ikki at lukka dystirnar. Tað hevur verið ótrúliga strævið at spæla við B36 í ár, tí vit hava alla tíðina gjørt tað so trupult fyri okkum sjálvar.
Tit hava heldur ikki skorað meira enn trý mál í nøkrum dysti. Er tað eisini eitt tekin um, at áleypararnir ikki hava verið nóg góðir.
- Tað kanst tú gott siga. Og tað skal eg vera tann fyrsti at viðganga. Eg varð fluttur niðan í álopið sum ein neyðloysn, men eg havi so hóast alt skotið nøkur mál í landskappingini í Europa-Cup, og tað er so meira, enn so nógvir aðrir hava gjørt.
Og so mundi tú skorað eitt afturat í seinasta minuttinum?
- Tað hevði verið ársins mál, um hasin fór inn.
Tað vildi kanska gjørt endan enn betri?
- Ja. Men hann gjørdist nú góður kortini. Eg ætlaði mær út í hálvleikinum, tí eg hevði ein fipur í tjúkkanum. Fysioterapeturin legði so ís á, og við eitt sindur av tape megnaði eg so kortini at fara inn. Og tá dysturin so var ígongd, so gloymdi eg tað bara.
At enda spurdu vit Allan, um hann hevði hugsað um, at hann er tann bara næsti spælarin, sum hevur vunnið FM við trimum feløgum. Eitt bragd, sum bara Heðin á Lakjuni hevur gjørt undan honum.
- Álvara? Tað visti eg ikki av. Men tað ger tað so bara enn størri.
Mátti spæla fyri plássinum
Uttan fyri vøllin hevur Allan ein sera góðan vin í HB-liðformanninum, Rúna Nolsøe. Eitt nú fara teir báðir saman út til AB komandi kappingarár, har ein øðrvísi avbjóðing stendur fyri framman.
Vit spurdu eisini Allan at enda, hvussu hetta er, tá tú spælir móti somikið góðum vinmonnum, og um hann longu sama kvøldið ætlaði sær at heilsa upp á Rúna aftur. Og her var greitt, at smílini høvdu lætt við at koma fram, nú gullið var veruleiki.
- Fyrst og fremst, so segði eg við Rúna, at eg mátti spæla væl í dag. Gjørdi eg ikki tað, so kundi eg endað á beinkinum á Argjum, og tað ætli eg mær ikki.