Tað veit danska Ekstra Bladet at siga um fyrrverandi liðfelagan hjá Toda Jónsson í FCK, sum hevur skift høvuðsstaðarfelagið út við næstbestu donsku fótbóltsdeildina.
Hjalte Bo Nørregaard hevur vunnið fimm donsk meistaraheitið, hevur spælt í bestu hollendsku deildini og er skrásettur fyri fýra landsdystir fyri Danmark. Tí skrivar Ekstra Bladet, at tað ikki er serliga góð løn í mun til aðrar leikarar, ið hava sama fótbólts CV, sum Hjalte Bo Nørregaard.
FC Roskilde við Atla Danielsen á liðnum, spælir í somu deild sum AGF. Men hóast føroyski landsliðsleikarin og Hjalte Bo Nørregaard nú spæla fótbólt á sama støði, er ovurhonds stórur munur á lønarlagnum hjá teimum, sjálvt um fyrrverandi liðformaðurin hjá FCK ?bara? fær 155.000 krónur um mánaðin.