Í hesum døgum hevur løgreglan nógv eftirlit við fýrverki og at alt fer fram eftir forskriftunum. Og í tí sambandi vóru tey eftir einum manni, sum gekk og skeyt fýrverk ímillum fólk
Hann hevði tað teitis at kasta strúkarar eftir fólki fyri at fáa tey at hvøkka við. Men tað er ikki loyvi at skjóta fýrverk eftir fólki og tað er heldur ikki loyvt at ræða fólk við fýrverki. Sostatt er maðurin nú skuldsettur fyri at bróta lógina um fýrverk.
Tað er rættiliga sjáldsamt, at tað hendur, men nú verður so hetta málið roynt og revsingin fyri tað er ein bót.