Fólksins vallóg

Hvør skal gera vallógina?

Zakarias Wang
-------------



Higartil hevur tað verið gjørt av høgum harrum. Hetta hendi, tá vit fingu smoygt ta fyrstu løgtingsvallógina niður yvir okkum í 1852. Hon var gjørd í kansalínum hjá einvaldskonginum, og síðani hevur tað verið løgtingið sjálvt, sum hevur gjørt smávegis broytingar í hesi einvaldsskipan.
Hesum er einki skil í. Ein stovnur kann ikki sjálvur áseta tær reglur sum avgera, hvør ið skal manna stovnin.
Hetta málið er fullkomuliga klárt. Tað er fólkið, sum er arbeiðsgevari hjá løgtinginum og tí skal tað sjálvsagt vera fólkið, sum ger av eftir hvørjum reglum løgtingið skal mannast.
Men hvussu skal fólksins rødd hoyrast?
Vit kunnu hvør í sínum lagi royna at koma við uppskotum, men hvør skal avgera, hvørji uppskot skulu verða samtykt?
Her er vert at minnast til, at fyrr hevði løgtingið ein eiðsvornan skrivara, sum skuldi skriva rætta frásøgn frá løgtingsfundum í gerðarbókina. Nú útinna onnur hetta starv, men framvegis hava vit sorinskrivara í Føroyum. Hann er óheftur av løgtinginum og hví ikki nýta hann fyri at fáa málið á røttu kós?
Ein gongd leið hevði verið at samtykt soljóðandi løgtingslóg:

§ 1. Álagt verður sorinskrivaranum at seta nevnd at koma við uppskoti til løgtingsvallóg.

§ 2. Sorinskrivarin skipar landið í 33 partar, sum hvør hevur eins nógvar íbúgvar. Í hvørjum at hesum pørtum verður við lutakasti avgjørt, hvør ið skal umboða íbúgvarnar í vallógarnevndini.

§ 3. Nevndin skal innan eitt hálvt ár handa sorinskrivaranum uppskot til løgtingsvallóg, og skipar hann fyri fólkaatkvøðu um uppskotið. Atkvøðurnar verða taldar upp undir einum. Eru fleiri atkvøður ímóti enn fyri uppskotinum, er tað fallið. Tá skipar sorinskrivarin fyri, at onnur nevnd verður sett at koma við nýggjum uppskoti.

Verður henda leið gingin, er tað fólkið í hesum landi sum hevur ásett tær reglur, sum løgtingið verður mannað eftir. Hvussu reglurnar verða kann eingin siga frammanundan, men øll mugu boyggja seg fyri teimum, og tað man fara at vera seinur dagur, at tær aftur verða broyttar.