Tað snýr seg sjálvandi fyrst og fremst um hetta, men tað snýr so sanniliga eisini um tær avleiðingar, tað hevur fyri okkum at vera við í einum felagsskapi og at loysa uppgávurnar í felag. Tær skyldur og tey rættindi, vit hava.
Besta dømi um týdningin av hesum er gongdin í 80unum og byrjanini av 90unum. Í einum felagsskapi, men undir einum frælsi, sum varð okkum givið gjøgnum Heimastýrislógina, megnaðu vit at stýra landinum út av tí búskaparligu eggini og vit høvdu ongan møguleika fyri sjálvi at koma uppaftur. Landið var á húsagangi, kreditvirðið = 0, skuldin ovurhonds stór og vána útlit á øllum økjum fyri at fáa hjólini í gongd aftur.
Men her kom so tann ríkisfelagsskapur, sum er niðurlagdur í Heimastýrislógina, okkum til hjálpar. Danmark samlaði alla okkara uttanlandaskuld undir einum til marknaðarrentu, sprændi pening inn í okkara bankar og vinnulív og eftirgav okkum nakað av skuld.
Vit minnast øll, hvussu hetta gekk fyri seg. Og úrslitini lótu ikki bíða eftir sær.
Vit hava hesi seinastu 3 árini sæð, hvussu samgonguflokkarnir í fullveldistilgongdini mest hava roynt at eitra og forpesta viðurskiftini millum ríkisfelagsskapspartarnar - serliga millum Føroyar og Danmark. Teir hava lagt gift fyri allar samráðingar, áðrenn tær eru byrjaðar og hava so roynt at koppa ábyrgdina yvir á Nyrup. Úrslitini - ella rættati vantandi úrslitini hava verið hareftir. Einki er komið burtur úr nøkrum. Eitt valskeið er farið aftur um, uttan at samgongan hevur rokkið nakað sum helst av sínum málum.
Og víst koma vit at tosa um fullveldi ella loysing aftur til hetta vali. Eitt heilt valskeið við søguliga góðum búskaparligum møguleikum fyri at styrkja okkara samfelag er farið aftur við borðinum, uttan at nakað er gjørt. Fullveldi hevur køvt alt tosið um framburð og stovnfesting av okkara samfelag.
Frælsið og framburður er framvegis nakað, sum skal mennast í ríkisfelagsskapinum. Og tí koma vit eisini til at tosa um øll okkara viðurskiftir til eitt val í ríkiseindini: búskap, vinnu, almanna- og heilsuverki við øllum sínum trupulleikum, skúlaøki, pensiónir, skatt, mentanarøki o.m.a.
Jú her er nógv at tosa um.
Sambandsflokkurin fer á heystfundi um vikuskifti at viðgera støðuna og síðani at føra síni greiðu sjónarmið fram í einum siðiligum valstríði. Málið skal vera at fáa umboð aftur í Fólkatingið, so at tann føroyska røddin aftur skal hoyrast har.