Fólkatónleikastevnan 2007

Ársins Fólkatónleikastevna verður í ár í døgunum 15.-23. juli. Talan er um konsertferð kring stóran part av landinum, umframt at spælt verður til dansikvøld.

Stevnan verður í ár hildin við Gjógv, í Hósvík, Kirkju, Hattarvík, Runavík, Mykinesi og í Havn. Luttakandi bólkar og solistar eru í ár Dánjal á Neystabø, Kiezelmayer, Katrina Petersen, Ingun Simonsen, Markamót, Kvonn, Guðrið Hansdóttir og Budam. Tað er Føroya Fólkatónleikarafelag, ið skipar fyri stevnuni, sum fyrstu ferð varð hildin í 1984.