- Fólkaskúlalógin tyngir arbeiðið hjá lærarum

- Tað er ógvuliga krevjandi og trupult at vera fakfelag undir einum stýri, sum ikki setir allar kreftir inn og av sær sjálvum skapar líkindi fyri, at fólkaskúlalógin kann fremjast, sigur Andras L. Samuelsen, formaður í Føroya Lærarafelag í oddagrein í Skúlablaðnum

Um lítlar tríggjar mánaðir eru tvey ár síðani nýggja fólkaskúlalógin varð samtykt á Føroya Løgtingi. Lógin kom í gildi frá seinastu skúlaársbyrjan, men í staðin fyri at verða karmur um og íblástur til góðan skúlaskap, tyngir hon arbeiðið hjá lærarum meir og meir. Hetta sigur Andras L. Samuelsen, formaður í Føroya Lærarafelag í oddagrein í seinasta Skúlablaðnum.

Orsøkin til, at nýggja fólkaskúlalógin ikki er vorðin tað góða amboðið í hondunum á teim 840 lærarunum og til fragd hjá teim 7000 næmingunum í føroyska fólkaskúlaverkinum, er einføld. Politikararnir hava ikki tikið fíggjarligu avleiðingarnar av lógini, teir sjálvir hava samtykt.

- Føroya Lærarafelag vísti á undir viðgerðini av uppskotinum um nýggja fólkaskúlalóg, at tað fór at kosta ørgrynnu av peningi at fremja lógina. Kortini varð hon samtykt. Og nú tvey ár skjótt eru liðin síðani hon varð samtykt røkist einki fyri, at nøkur broyting kemur í.

Føroya Lærarafelag hevur bæði undir seinastu lønarsamráðingum, undir samráðingum um sáttmálan og í limablaðnum víst á loysnir, ið kunnu fremja lógina. Felagið er altíð til reiðar at gera fólkaskúlan betri.