Teir flestu allir fólkapensjónistar eru nøgdir við lívið.
Tað vísir ein nýggj kanning, sum landsstýriskvinnan í almannamálum tók stig til í heyst og sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt Kanningin staðfestir, at tríggir av fýra fólkapensjónistum siga seg vera væl nøgdan við tilveruna. Fimti hvør pensjónistur er miðal nøgdur og seks prosent siga seg vera illa nøgd.
Kanningin vísir, at samanband er ímillum luttøku á arbeiðsmarknaðinum, fíggjarstøðu, heilsu og nøgdsemi.
Somuleiðis vísir kanningin, at 90% av pensjónstunum lata væl at fíggjarstøðuni, og tey allarflestu eru skuldarfrí ella hava bert smáar bústaðarútreiðslur. Góður helmingurin hevur ikki aðra inntøku enn pensjón og samhaldsfasta.
Av teimum sum eru illa fyri fíggjarliga, nevna fýra av fimm, at orsøkin er, at tey bert hava minstupensjón.
Kanningn vísir eisini, at yvirhøvur hava føroyskir fólkapensjónistar eitt virki sosialt lív, bæði saman við familju og kenningum, men eisini í sambandi við frítíðarítriv.
Flestu fólkapensjónistar hava ofta ella javnan samband við familju, og øll hava samband við familju ella onnur, sum tey ikki búgva í húsi saman við. Fólk uttanfyri Tórshavn eru eitt sindur oftari í samband við familju ella onnur enn tey, ið búgva í Tórshavn.
Rósa samuelsen, landsstýriskvinna, sigur í tíðindaskrivi, at hon fegnast um, at fólkapensjónisturin sum heild er væl nøgdur.
- Alt ov ofta verður skorið yvir ein kamb, tá ið vit hoyra um ússaligu korini, ið okkara eldru liva undir. Tíbetur fáa vit nú staðfest, at soleiðis er veruleikin ikki.
Hon sigur, at hennara fremsta uppgáva verður nú at kanna, hvørji viðurskifti kunnu broytast, so tey, sum er illa nøgd, eisini kenna seg væl sum pensjónistar