Leygardagin skipar Skúvoyar Fornminnafelag fyri fólkafundi og føroyskum dansi í Skúgvi.
Fundurin byrjar kl.15.00 har røtt verður um Sigmund Brestisson, og verða tað hesir røðarar:
Hanus Kamban: Sigmundur í søguligum høpi.
Jónleif Johannesen: Sigmundur gjøgnum kvæðini.
Jákup Reinert Hansen: Sigmundur og kristindómurin.
Siglt verður eftir ferðaætlanini, tó við hesum eykatúrum av Sandi: Leygardagin kl.12.45 og kl.20.30 og sunnumorgunin kl.06.15 (úr Skúgvi uml. 1/2 tíma seinri).