Hetta er heitið á einum tiltakið, sum verður í Østrøm týsdagin. Tiltakið er ætlað lesandi og øllum, sum eru áhugaði í útbúgving, lestrarumhvørvi og vøkstri í útjaðarsamfeløgum, skriva fyrireikarar.
-Kom á Østrøm týsdagin 26. februar kl. 20.00 og hoyr um, hvønn leiklut og hvørja ávirkan universitet kunnu hava í smáum útjaðarasamfeløgum. Tveir serfrøðingar fara at greiða frá, hvussu universitet kunnu gerast eitt vakstraramboð í einum útjaðarasamfelagi, greiða fyrireikarar frá.
Arbeiðsbólkurin, sum ger eina heildarætlan um fólkaflyting og fólkavøkstur, skipar fyri fyrilestrunum í samstarvi við Fróðskaparsetur Føroya. Peter Arbo frá Universitetinum í Tromsø og Ingi Rúnar Eðvarðsson úr Háskóla Íslands eru bodnir til Føroya at umrøða hetta evnið.
Landsstýrismaðurin í mentamálum setir fundin, og Peter Arbo og Ingi Rúnar Eðvarðsson halda hvør sín fyrilestur og høvi verður at seta spurningar. Fyrilesturin hjá Peter Arbo verður á norskum og fyrilesturin hjá Inga Rúnar Eðvarðsson verður á enskum.
Les meira um tiltakið her: