Fólkaflokkurin er slett ikki heitur fyri at Sjónvarp Føroya kemur á fíggjarlógina og Óli Breckmann, formaður í tingbólkinum hjá Fólkaflokkinum sigur, at tinglimir flokksins eru meira enn ivasamir í um tað er rætt, at Sjónvarpið kemur á fíggjarlógina.
Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri er komin fram við, at um endamálið hjá sjónvarpinum skal røkkast, at sent skal verða tað sama sum í dag, at alt tilfarið skal verða føroyskt ,og alt sum sent verður skal tekstast, so er kostnaðurin 70 milliónir krónur. Inntøkugrundarlagið hjá sjónvarpinum í dag er 23 milliónir krónur.
-Eg ivist stórliga í, um tað eru 70 milliónir í landskassanum at brúka til Svf. Um so er, so er nógv annað, sum hesin peningur kann nýtast til, millum annað at bera peningin aftur til skattgjaldaran, sum hevur goldið hesar 70 milliónir ov nógv í skatti, sigur Óli Breckmann
Endurskoða endamálið
-Vit í Fólkaflokkinum er meira enn ivingarsamir, um tað er rætt at koyra Svf á fíggjarlógina, og harvið fjerna alla kenslu hjá borgaranum av hvat sjónvarpið kostar.
Svf førir fram, at teir kunnu ikki liva upp til málsetningin, um teir ikki koma á fíggjarlógina. Og málsetningurin er settur politiskt av millumannað Fólkaflokkinum?
-Tað er rætt, men um so er, at málsetningurin ikki kann røkkast við verandi fíggjarkarmi, so má bera til at umdefinerað málsetningin politiskt, um so er at hann vísir seg at vera ov bjartskygdur, sigur Óli Breckmann.
Hvussu skal hann umdefinerast?
-Vit mugu finna heilt onnur konsept fyri hvussu vit gera sjónvarp í Føroyum.. Tað eru ikki umstøður til at gera sjónvarp upp á allar dýrasta almenna mátan í Føroyum. sigur hann.
Tíðindaparturin av sjónvarpinum er dýrast parturin av rakstrinum. Er tað rætt, at sjónvarpið nýtir so nógv upp á tíðindaflutning?
-Nei, tíðindaflutningurin átti at kunna verið gjørdur á annan hátt aðrastaðni. Um sjónvarpið klárar seg so illa fyri 23 milliónir, so frestist eg at trúgva, at teir klára seg tríggjar ferðir verri við 70 milliónum.
Takk fyri seinast
Er støðan millum Fólkaflokkin og Sjónvarpið broytt nakað síðan uppgerðina millum løgmann og sjónvarpsstjóran í seinastu viku?
-Tað haldi eg ikki, at vit kunnu siga. Tú kann ikki føra ein politikk útfrá hvussu tú dámar ein tíðindaflutning, ella hvussu tær dámar innihaldið í einum stovni. Tú má brúka somu reglur fyri hvussu tú játtar ella ikki játtar til ein stovn sum sjónvarpið sum til aðrar stovnar, sigur hann
Støðan hjá fólkaflokkinum til um Svf skal koma á fíggjarlógina er ikki takk fyri seinasti til stríðið millum løgmann og sjónvarpsstjóran?
-Av gjørt ikki. Vit hava slett ikki broytt støðu yvirhøvir. Vit hava mælt til, at Svf klárar seg sjálvt fíggjarliga við teimum inntøkum, sum teir hava møguleika at vinna sær. Og at skattur í minst møguligan mun verður brúktur til at kamuflera tann veruliga kostnaðin av sjónvarpinum, sigur hann.
Tú hevur ofta fyrr verið rættuliga avgjørdur um almennar fjølmiðlar, skulu vit framhaldandi hava almennar fjølmiðlar?
-Um vit skulu hava fjølmiðlar, eitt landsútvarp og eitt landssjónvarp, so skulu vit í mest mun halda okkum til public servis funktiónin og síðan yvirláta undirhald, stuttleika og annað til onnur á sama øki.
-Vit í Fólkaflokkinum vilja í mest møguligan mun hava, at sjónvarpið kann liva av sínum egnu inntøkum, soleiðis at fólk føla hvat sjónvarpið kostar. Vit mugu gera okkum pínliga greitt, at tað ganga ikki nógv ár, fyrr enn fólk rinda fyri ta tíð tey hyggja sí sjónvarp ella lurta eftir útvarpi, fyri ta tí tey hava eina rás tendraða sum eitt brúkaragjald. Nýta fólk sjónvarpið í ein tíma ein dag, so gjalda tey fyri tað, og hava tey so hug at skifta yvir á Føroya Tele, so gjalda tey á sama hátt fyri tað, sigur Óli Breckmann.
-Vit halda tað er skeivt at fara at byggja ein almennan mastodont, ein útreiðslurisa risa, sum er avoldaður áðrenn hann er útbygdur. Vit vita jú ,at teir almennu umdrejningarin eru ikki so kvikir. At hava eitt forkromað alment sjónvarp hjá mentanaelituni, hjá tí mentanarliga úrvalsliðnum at hava háls og handsrætt yvir, tað ber slett ikki til. 70 milliónir krónur eru so nógvir pengar, at tað er nógmikið til at hava 200 fólk í starvi.
-Um sjónvarpið ikki klárar eitt betri inntøkugrundarlag við verandi skipan, har teir við lóg taka pengar fyri tað teir senda, so er tað fullkomiliga vilt, at teir skulu sleppa at taka tríggjar ferðir so nógvar pengar, eisini við lóg, frá hvørjum føroyskum húsarhaldi. Óansæð hvussu sjónvarpið fær pening frá tí almenna, so er talan um eykaskatt til borgaran og er tað meiningsleyst at verða tvangskravdur eftir verandi sjónvarpsgjaldi, so verður tað tríggjar ferðir meira meiningsleyst at verða kravdur fyri tað sum svarar til 70 milliónir, bara fyri at náa einum politikum málsetningi, sum sjálvandi eisini má kunna regulerast akkurát sum eitt sjónvarpsgjald verður regulerað, sigur hann.
-Vit í Fólkaflokkinum eru vanliga ógvuliga ivasamir um tiltøk, sum eru sterkt alment stuðlað, tí í slíkum førum hevur borgarin ikki ein møguleika fyri at verja seg. Eg haldi tað er sera umráðandi, at fólk merkja kostnaðin av einari og hvørjari tænastu beinleiðis og fólk tí kann taka støðu til út frá tí kostnað, sum tey halda vera í lagi ella ikki verða í lagi, um tey vilja halda fram við at brúka hesa tænastu ella ikki.
-Kamuflerar tú, dylir tú tann veruliga kostnaðin av SVF og nærum oysir ótaldar milliónir í stovnin, so er tað nærum ómøguligt at vita hvat í ein slík tænasta kostar, sigur Óli Breckmann.