Eirikur Lindenskov
Fólkaflokkurin hevur stóra afturgongd í veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin og Sjónvarp Føroya, sum eisini vísir, at sitandi samgongan hevði mist meirilutan á tingi.
Við seinasta løgtingsval 30. apríl 1998 fekk Fólkaflokkurin 21,3% av atkvøðunum, men sambært kanningini hevði flokkurin bert fingið 16,1%. Hetta er ein afturgongd upp á heili 5,2% og merkir tað, at flokkurin missir tríggjar av teimum átta tingmonnunum, flokkurin hevur.
Størstu framgongdina hevur Javnaðarflokkurin. Við valið seinast fekk flokkurin 21,9% av atkvøðunum. Var val í dag fekk flokkurin 27,3% - ein framgond upp á 5,4% - og tveir tingmenn.
Sambandsflokkurin fær eisini framgond í veljarakanningini. Við valið seinast fekk flokkurin 18%. Var val í dag fekk flokkurin 21,9%. Ein framgongd upp á 3,9% og ein tingmann meira.
Tær stóru broytingarnar eru ikki at síggja hjá hinum flokkunum. Tjóðveldisflokkurin fær eina framgongd upp á 0,6%. Flokkurin fer frá 23,8% til 24,4, men hetta førir ikki til broytingar í tingmannatalinum.
Sjálvstýrisflokkurin gongur aftur við 1,7% frá 7,7% til 6,0%, og Miðflokkurin fer frá 4,1% til 4,3%.
Við hesum hevur samgongan hjá Fólkaflokkin, Tjóðveldisflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum mist meirilutan á tingi. Við valið seinast fingu hesir flokkarnir 18 tingmenn tilsamans. Í dag høvdu teir verði 15.
Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin hava sambært hesi kanningini 17 tinmenn - og sostatt meirilutan á tingi.