Fólkaflokkurin kundi ikki taka undir við fíggjarkørmunum

Jacob Vestergaard
----------------
Løgmaður hevur nakrar ferð­ir verið frammið og fílst á, at Fólkaflokkurin ikki vildi taka ábyrgd, í sam­band við ósemjuna um fíggjar­karmarnar fyri 2012.
Hettar passar ikki, og tað veit løgmaður væl. Fólka­flokkurin tekur altíð ábyrgd, bæði tá vit er í samgongu og tá vit eru í andstøðu.
Um løgmaður hyggur aft­ur á tíðina, hann hevur sitið sum løgmaður, sær hann, at parturin hjá Fólkaflokkinin ikki hevur ligið eftir. At løgmaður so valdi at koyra Fólkaflokkin úr samgonguni, tá vit ikki tóku undir við fíggjarkørmunum, var hans­ara avgerð.
Vit runnu ikki undan ábyrgd, men royndu at finna semju til tað síðsta.
Fólkaflokkurin boðaði løg­manni frá, at vit ikki kundu taka undir við, at samlaðu almennu útreiðslurnar hækka uml. 100 milliónir, um­framt lønarvøkstur, og at hækka skattin á ali- og fiskivinnuna munandi. Hetta, hóast stóran inntøkuvøkstur frá skatti og avgjøldum.
Vit hava verið við til at økja byrðarnar hjá vinnuni við m.a. eykaskatti á 2,5% og inntøkutrygdini, men vit vildu ikki halda áfram við hesum, tí hetta tálmar vinnuliga framburðinum í Føroyum.
Halda vit áfram, so­leið­is sum ætlanin er við fíggjarkørmunum, skeikl­­ast javnvágin ímill­um tann privata og tann a­lmenna partin av sam­fela­g­num, og vinnan verð­ur køvd av al­menna útreiðslu­vøkstr­in­um.
Fyri at vinnan skal yvir­liva í kappingini, má hon áhald­andi effektiviserað raksturin, soleiðis at framleiðslan fyri hvørt arbeiðsfólk økist. Hesi krøv verða ongantíð sett til tað almenna, sum sær tað sum eina sjálvfylgju, at framskriva raksturin á hvørj­um ári.
Tað átti at borið væl til hjá tí almenna, nú samfelagið koyrir við stórum halli á hvørjum ári, at klára seg við somu játtan komandi ár. Aðrastaðir verður effek­tivitetsvøksturin rokaður til 2%, so sama krónutal er í veruleikan ein vøkstur á 2%, um vilji er til at rationalisera og effektivisera raksturin.
Um vit ikki tátta munandi meira í, enn ætlanin er við fíggjarkørmunum, fara al­mennu útreiðslurnar at økjast 50-100 milliónir á hvørj­um ári, ógreinaðir skattir og avgjøld fyri 100-tals milliónir verða álagdir familjum og vinnu, samstundis sum almenna skuldin alsamt økist. Við hesi gongd tvífaldast rentubyrðan hjá landskassanum til uml. 200 milliónir í 2016.
Hetta førir við sær, at vælferðin hjá føroysku familj­uni hoyknar undir almenn­um útreiðslum, skattum og avgjøldum, og fer vaksandi rentubyrðan, sum frá líður, at lemja føroyska búskapin.
Í vanliga húsarhaldinum ber ikki til at brúka meira enn ein tjenar, og er hetta eisini galdandi fyri almenna húsarhaldið. Tí ber ikki til hjá í almenna at koyra við stórum undirskoti í fleiri ár, og fíggja meirnýtsluna við lántøku, tí so steðgar alt upp til endan.
Vit víst ábyrgd, og kundu tí ikki taka undir við fíggjar­kørmunum. Nokk er nokk.