Zakarias Wang
-------
Tað er hugaligt, at Regin Eikhólm er farin at viðgera fólkaatkvøðuna í Føroyum tann 14. september 1946. Tað er at vóna, at hann fer at halda fram við viðgerðini, tí henda størsta avgerð, sum føroyska tjóðin hevur tikið, hevur uppiborið at skína fagurt í minni okkara.
Men lætt er at mistaka seg, tá ið slíkar hendingar skulu umrøðast, og skal eg loyva mær í øllum lítillætni at gera vart við nakað, sum ikki er heilt rætt í tí sum Regin sigur.
Hann førir fram, at íslendingar í 1944 høvdu fólkaatkvøðu um loysing ella samband, og at henda atkvøðugreiðslan eigur at samanberast við ta í Føroyum í 1946. Har gerast vit minnimenn, tí íslendska valluttøkan var nógv størri enn tann føroyska, og meirilutin var eisini størri.
Men íslendska fólkaatkvøðan í 1944 var ikki um loysing ella samband. Ísland var tá eitt sjálvstøðugt ríki, og tann spurningur, sum veljararnir skuldu svara, var um hetta sjálvstøðuga ríki framhaldandi skuldi vera kongsríki ella tað skuldi gerast lýðveldi. Tað var undirtøkan fyri lýðveldishugsjónini, sum í 1944 var við yvirlutan.
Tað var als ikki hetta, sum var spurningurin í Føroyum í 1946. Tað vit tá skuldu taka støðu til, var um vit skuldu gerast eitt sjálvstøðugt ríki ella ikki. Síðani skuldu vit sjálvandi avgera, um ríki okkara skuldi hava forseta ella kong sum oddamann. Sum kunnugt komu forðingar, sum hava útsett henda spurning. Tað verður tí ikki fyrr enn eftir valið 19. januar 2012, at vit fara undir hesa viðgerð.
Men tann fólkaatkvøðan í Íslandi, sum kann samanberast við ta í Føroyum í 1946, fór fram í 1918. Tá skuldi íslendska fólkið taka støðu til, um tað tók av tilboðnum um at gerast eitt sjálvstøðugt ríki. Hetta tilboð var gjørt í sátt og semju millum donsku og íslendsku stjórnina, og allir íslendsku flokkarnir tóku undir við tí.
Hvussu var úrslitið so av fólkaatkvøðuni í Íslandi í 1918?
Meiriluti var fyri uppskotinum. Av gildugu atkvøðunum vóru 90% fyri.
Hóast tað hava íslendingar miklan ampa av hesi atkvøðugreiðslu. Orsøkin er, at valluttøkan var lág. Yvir helvtin av øllum borgarum landsins gjørdu sær ikki tann ómak at koma til valborðið.
Í so máta vóru føroyingar í 1946 nógv framman fyri íslendingar 1918. Her greiddu tveir triðingar av øllum veljarum atkvøðu, hóast nógvir vóru burturstaddir í arbeiðsørindum. Verður litið at, hvussu stórur partur av veljarunum greiddu atkvøðu fyri loysingini, so er munurin tó ikki stórur. Í Íslandi vóru tað knøpp 40%, her 33.
Felags fyri báðar hesar atkvøðugreiðslur er, at tað ikki frammanundan vóru ásettar reglur um, hvussu stórur partur av atkvøðunum skuldu vera fyri uppskotinum, fyri at tað var samtykt. Her var bert talan um einfaldan meiriluta. Var ein atkvøða á muni, so var tað tann størri bólkurin, sum hevði vunnið. Tí var loysingin samtykt í Íslandi 1918 eins og í Føroyum 1946.