Eftir øllum at døma er tað demokratiska valið, sum fólkaatkvølað var, ikki góðtikin av minnilutanum, tað vil siga ja-sigarunum.
Á kunnandi fundum, sum vóru í øllum bygdunum, umfataðar av fólkaatkvøðunum um at leggja kommunurnar, sum hava arbeitt saman í kommunufelagsskapinum í Sundalagnum, varð upplýst, at kommunurnar høvdu kunnað tikið avgerð um samanlegging á einum bygdaráðsfundi, men at kommunurnar hildu tað verða rættast at fara út til borgaran við eini fólkaatkvøðu, soleiðis at borgararnir í hvørjari bygd sær skuldu sleppa at avgera, hvussu bleiv við hesi ætlan. Upplýst varð eisini, at markið var 50 prosent, t.v.s. um tað vórðu 50,1 prosent sum søgdu ja, so varð tað avgjørt, at kommunan skuldi leggja saman við hinum kommununum. Úrslitið kenna vit, tað vórðu 81 sum atkvøddu Nei og 71 sum atkvøddu Ja.
Hetta fall ikki í góða jørð hjá minnilutanum og harvið bygdaráðnum. Eftir hetta, varð lagt har út, ein skipað niðurgerðarherferð av Nei-sigarar fór fram í fjølmiðlunum.
1?Hetta vóru afturhaldskreftirnar í bygdini
?Hetta var gamal egg millum Hósvók og Hvalvík frá 50 árunum
?Hann hevði kunna hugsað sær at lagt frá sær, og latið afturhaldskreftirnar sloppið til.
Sitat: frá borgarstjóranum Jógvan Mørkøre, í útvarp-inum valkvøldið
2?Manglandi vit og skil frá Várharra
?Gomlu, negativu og ókonstruktivu bygdafólkini
?Hugsa ikki um framtíðina
?Tvørir
?Uttanfyri alt og øll
?Prumpur aftan?
Sitat: Sonja F. Mørkøre, Sosialurin 08/05-03
3?Gravarbakkapersónur
?Merkt av elli og klandri
Sitat: Jonhild Hermanssen, bygdaráðslimi, í Dimmu 08/05-03
4?Gamalt agg
?Mugu koma til fornuft
Sitat: Eyðgerð Kruse, Sostatt 09/05-03
5?Einki sløkkilið
?Eingin umhvørvisnevnd
?Mugu á knæ fyri at biðja um samstarv
?Koma undir umsiting
Sitat: Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í samrøðu við Sosialin 08/05-03
Hetta eru bet nøkur dømir um hvussu Nei-sigararnir hava verið hunddálkaðir í fjølmiðlunum seinastu dagarnar.
Eftir at Ja-sigarar hava verið úti og sett Nei-sgarar í bás, við at skírt tey at vera tvør, bðtt, gravarbakkafólk, fara umborð fyri Ja-sigarar (lærisveinar bygdaráðsins) hús úr húsi og spyrja fólk eftir undirskriftum, um at gera sum minnilutin sigur. Sjálvandi hava fólk ringt við ikki at skriva undir, tú um tú ikki skrivar undir, ja so kanst tú hava trupulleikar við at liva í hesi bygdini, tí so ert tú ein av hesu tvøru, býttu gravar-bakkafólkunum.
Hetta er ein álvarslig hóttan móti demokratinum.
Fyrst hevur tú eina fólkaatkvøðu, har tú stendur einsamallur yvirfyri einum Ja ella Nei. Hetta er í trúnaði, eingin hevur krav uppá at vita, hvat ein hevur valt. Eftir hetta fer ein skipað niðurgerð av Nei-sigarunum fram í fjølmiðlunum, á ein so lágum støði, ið ikki kemmur sín líka. Ikki nokk við tað, eftir hetta fara tey út at savna undirskriftir frá fólki fyri at fáa broytt avgerðina hjá meirilutanum. Hesar undirskriftir verða savnaðar bert 3 dagar eftir fólkaatkvøðuna og kunnu samstundis brúkast til, við útlíkningshátti, at finna útav, hvør hevur sagt Nei og harvið møguligt at peika tey út, sum tey bðttu, tvøru gravarbakkafólkini.
Hetta er so langt úti, at Saddam Hussein og aðrir høvdu neyvan funnið uppá tílíkt.
Vónandi kemur ein tílík háðan og vanvirðing av hósvíkingum ikki prent aftur í fjølmiðlunum, og vit í framtíðini koma at góðtaka og virða eitt demokratiskt val her í bygdini, soleiðis um tað fellur út.
Við vón um, at tað samanhald, ið hevur verið í Hósvík ikki verður jarða, men at vit framvegis her í Hósvík kunnu koma at varðveita tann hugburð, at vit øll kunnu hava og siga okkara meining, uttan at verða forfylgd og niðurgjørd.