Mikukvøldið fara fólk, ið eru skorin fyri móðurmerkjakrabba, at tosa um nýggjastu kanningina av sólvanum hjá føroyinum. Bólkurin hjá Krabbameinsfelagnum fyri tey, ið eru skorin fyri móðurmerkjakrabba, fer nú aftur at hittast til prát og hugnaliga samveru.
Fyrsta tiltakið verður komandi mikukvøld klokkan 19.00.
Endamálið við bólkinum er, at fólk kunnu koma saman at tosa, stuðla og hjálpa hvør øðrum, og veita hjálp til sjálvhjálp. Bólkurin varð stovnaður í 2008 og hittist regluliga.
Á skránni mikukvøldið verður millum annað frágreiðing um nýggja Gallupkanning viðvíkjandi sólvanum í Føroyum.
Hugnaløtan verður í hølunum hjá krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn.









