Eitt av eyðkennunum fyri smá lond og oyggjasamfeløg er, at fleiri fólk upp á seg flyta til og úr landinum.
Á manntalinum 2011 verður kannað nærri, hvussu flytingin millum Føroyar og umheimin hevur verið, og hvørji sambond eru millum føroyingar í Føroyum og fólk uttanlands.
Nakrir av spurningunum snúgva seg um, hvussu nógv hava forfedrar ella eftirkomarar uttanlands. Hetta eru tøl, sum ikki áður hava verið tøk.
Í Føroyum hevur samlaði fólkastreymurin til og úr Føroyum verið umleið 3000 fólk seinastu 10 árini. Tað er sonevnda bruttoflytingin, ið sigur nakað um fólkastreymin. Bruttoflytingin er samlaða talið á teimum, sum flyta til landið og teimum, sum flyta av landinum.
Ovast í Evropa
Okkurt árið eru fleiri flutt til landið enn av landinum, men samlaði fólkastreymurin til og úr Føroyum hevur seinastu árini verið á leið tann sami. Í prosentum ber til at siga, at bruttoflytingin í Føroyum er umleið 6 prosent.
Føroyar hava seinastu 25 árini ligið ovast í evropeisku hagtølunum yvir bruttoflyting. Seinastu trý-fýra árini eru Grønland, Ísland og Áland komin upp í evropeiska oddin og hava nú eisini eina bruttoflyting upp á umleið seks prosent.
Av øðrum evropeiskum londum hevur bara Luxemborg á leið somu bruttoflyting, sum í Føroyum.
Fyrst í níti-árunum fór bruttoflytingin upp um 10 prosent. Í 1993 fluttu 3273 fólk úr Føroyum og 1342 til Føroya.
Norra, Svørríki og Danmark hava eina bruttoflyting á umleið tvey prosent.
Ikki óvæntað hevur fólkastreymurin millum Føroyar og Danmark verið nógv tann størsti. 75 % av allari flyting til og úr Føroyum eru umvegis Danmark. Norra og Íslandi eru næst.
Seinastu seks árini hevur fólkastreymurin verið størri til Danmarkar enn úr Danmark.
Kelda: Hagstovan










