Fólk skulu ikki stúra fyri búskapinum

- Útlitini eru ikki serliga bjørt í løtuni, men líka so skjótt, sum tað kann ganga skeiva vegin, kann tað ganga rætta vegin, sigur Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður Hallið á fíggjarlógini nærkast nú 600 milliónum krónum. Hetta er greitt, eftir at nýggj inntøkumeting fyri 2009 er gjørd.

Metingin vísir, at inntøkurnar verða 280 milliónir krónur minni, enn upprunaliga metingin segði. Verður nýggja metingin løgd inn í fíggjarlógaruppskotið, hevur tað við sær, at hallið á fíggjarlógaruppskotinum nú er 570 milliónir krónur.

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum stúrir tó ikki fyri framtíðini.

- Útlitini eru ikki serliga bjørt í løtuni, men líka so skjótt, sum tað kann ganga skeiva vegin, kann tað ganga rætta vegin, sigur Jóannes Eidesgaard við Rás2.

- Tað verður gjørt eitt stórt arbeiði frá almennum myndugleikum kring heimin at venda skeivu gongdini, og vónandi síggja vit úrslit av tí innan ov langa tíð. Føroyingar skulu tó vita, at samanborið við kreppuna í 90?unum, so eru føroyingar nógv betur fyri at møta einum búskaparligum bakkasti nú, sigur hann.

- Fólk skulu ikki stúra fyri búskapinum. Eg síggi tað sum eina almenna skyldu, at politiski myndugleikin syrgir fyri, at samfelagið kemur at virka væl í 2009. Kjarnuøkini skulu virka væl, og tað er eisini ein almenn skylda at hava eitt ávíst virksemi kring alt landið, og tað vilja vit taka stig til, sigur Jóannes Eidesgaard.