Fólk flutt av USA ambassadu í Stockholm

Politiið hevur stongt eitt størri øki eftir at eitt bræv er funnið við ókendum innihaldi.

Eitt bræv við einum enn ókendum innihaldi hevur ført til, at fólk á amerikansku ambassaduni í Stockholm eru flutt av økinum.

Tað skriva fleiri svenskir miðlar.

Klokkan 10.30 setti ambassadan seg í samband við politiið.

- Tey søgdu, at tey høvdu fingið eitt bræv, sum gjørdi tey ótrygg, og tey gjørdu av at rýma av ambassaduni. Vit eru nú á staðnum og samstarva við tey, sigur Towe Hägg frá leiðslumiðstøðini hjá svensku løgregluni við Aftonbladet.

Tað starvast til samans 150 fólk á ambassaduni, men enn er ógreitt, hvussu mong eru til arbeiðis í dag.

Bumbueindin hjá politinum er komin á staðið at kanna brævið.

Sambært Aftonbladet eru tó ongar bumbuhóttanir settar fram móti ambassaduni.

Sambært Expressen er talan um eitt bræv, ið inniheldur hvítt pulvur.