Um ein løtu fer dagsins høvuðsnavn á pall á Vágsbøi, og mannamúgvan er byrjað at vaksa.
Veðrið í dag hevur verið fagurt við nógvari sól. Tað hevur eisini verið lýtt í veðrinum alt kvøldið, og turt verður eisini í nátt.
Fleiri konsertir hava longu verið í kvøld. Eitt nú hava Victoria á Lakjuni, Elona Planman og Marius Ziska framført á ávíkavíst Tjaldinum, Torginum og Vágsbøi.
Nógv fólk eru annars savnað saman á festivaløkinum, og hýrurin er góður. Ivaleyst er veðrið ein av orsøkunum til góða hýrin.
Killer Queen trína á pall um eina lítla løtu. Um somu tíð verður svenska Elona Planman liðug við sína framførslu, og hugsast kann, at tá fara fleiri at leita sær oman á Vágsbø at syngja við til heimshittini hjá Queen, sum hava verið spæld um allan heimin tey seinastu áratíggjuni.