Fríðgerð í Líð er aftur í ár á G! við klædnamerki sínum FÍL. ”Hettar er fimtu ferð eg eri á G!, men eg haldi at ongantíð tað hava verið so nógv fólk hóskvøld sum í ár.”
Fríðgerð gleðir seg mest til at hoyra Mø, men heldur at Danny & The Veetos eisini altíð er skueg at lurta eftir.
- "Sølubásurin hjá FÍL hevur gott útsýnið beint oman á stórapall, so allar tær konsertirnar fari eg so at lurta eftir."
Um søluna letur hon væl at og sigur, at festivalgestirnir leggja seg serliga eftir at keypa húgvur og turrikløð, men onkur festivaltroyggja verður sjálvandi eisini seld.
Annars er at siga um G! festivalin higartil, at veðrið hevur verið gott, eitt sindur av sirm er inn í millum, men ikki soleiðis at tað bilar.