Í gjár var stórt hátíðarhald í sambandi við at Listaskálin fylti 40 ár. Í røðu greiddi forkvinnan í Listafelagnum, Malan Marnersdóttir frá, tilgongdini, til at stovna skálan til hann gjørdist veruleiki 21. Februar í 1970. Men meðan tað var Listafelagið, sum bygdi og átti Listaskálan eru tað nú vit øll sum eiga hann, minti hon á.
- Síðani 1993 hevur Føroya land átt hann og á tann hátt eru tað vit øll, sum eiga hann nú. Hann er ogn Føroya Fólks, segði forkvinnan í Listafelagnum, í sera áhugaverdari frásøgn um, hvussu Listaskálin var til.
Eisini Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vístí á týdningin hjá Listaskálanum sum ein savnandi megi hjá føroyingum – eisini teimum, sum ikki eru búsitandi í Føroyum. Tað er nevniliga fyrst og fremst mentanin, meir enn so nógv annað, sum dregur, tá hesir velja at venda heim aftur.
- Eg havi seinastu tíðina tosað við útisetar í Danmark og Bretlandi fyri at vita, hvat hevur týdning fyri teirra avgerð um, hvar tey velja at liva og virka, tá tey eru liðugt útbúgvin. Eins og aðrastaðni í verðini er mentanarlívið ein avgerandi faktorur, segði Heðin Mortensen.
Hann vísti á, at meðan tað fyrr vóru vinnukarmar og vinnumøguleikar, ið avgjørdu, hvar fólk valdu at seta búgv, er tað í dag í stóran mun mentan, og í hvønn mun samfelagið er tollynt móti alternativt hugsandi fólki. Hetta tí vit eru farin frá ídnaðarsamfelagnum til eitt samfelag, har tað í størri mun er tað skapandi í hvørjum menniskja sær, sum skapar framburð og vøkstur.
- Tí er tað í dag enn meira týdningarmikið fyri eitt samfelag at hava vælvirkandi stovnar sum Listaskálan – sum lívga um og menna listina – og harvið alt samfelagið, staðfesti Heðin Mortensen
Kveikjandi ósemjur
Eisini landsstýriskvinnan í mentamálaum, Helena Dam á Neystabø, vísti at mentanina og listina sum savnandi megi – eisini tá áskoðaninar kunnu verða sera ymiskar.
Har sum fólk við framúr gávum, við so stórum visjónum, við so sterkum kenslum og við so opnum sinni fylkjast, har brótast eisini áskoðanir. Og soleiðis er eisini kring Listasavnið, har javnan stríð er um, hvat er góð og vánalig list, og um hvar á fold ein víðagitin bingja hoyrir heima. Hetta eru tekin um eitt livandi listaumhvørvi, og vit kunnu bara ásanna vísdómin í munnheldinum ”den som man elsker, tugter man”.
Eg datt nú ein dagin fram á eina skjótt 5 ára gamla oddagrein í MFS-blaðnum, har greitt verður frá almennum fundi í Norðurlandahúsinum við heitinum “Hvat er list”. Greinskrivarin heftir seg serliga við, at ein av okkara stóru mentamonnum, Eyðun Johannesen legði fyri við at staðfesta, at fyri honum vóru tvinnir hættir at tosa út frá heitinum, “hvat er list”:
1. Fyrsti var at tosa um, hvønn leiklut og týdning, listin hevði í samfelagnum,
2. og hin seinni var at seta seg sum dómara yvir fyri hvørjum einstakum listarverki, um tað var nóg gott ella ikki fyri at fáa loyvi at rópa seg sjálvt “listarverk”.
Eyðun segði seg sjálvan halda tann fyrra spurningin vera nógv meira áhugaverdan enn tann seinna. Og greinskrivarin heldur fram: ”Listarfólk, sum klandrast um, hvat ið er nóg gott til at vera kallað “list”, er ikki nakað nýtt í Føroyum, tvørturímóti er hetta heldur ein “never ending story”, sum í roynd og veru ikki er serliga áhugaverd. Nógv áhugaverdari hevði verið at hugsað meiri frameftir, um hvussu vit kundu stimbra føroyska listaumhvørvið sum heild.”
Tað er júst hetta, sum er avbjóðingin hjá okkum, sum á politiska pallinum skipa fyri og taka avgerðir, ið tryggja framburð og trivnað fyri alt tað føroyska mentanar- og listaumhvørvið. Og fram um alt tryggja, at listin – myndlistin í hesum føri - framhaldandi sleppur at bjóða av og at seta teir stóru spurningarnar, at miðla tær stóru upplivingarnar, at seta teir skeivu vinklarnar og at bróta mørk.
Men tað er kortini neyðugt við politiskari eyðmýkt.. Tí tað má ásannast, at tað eru bert teimum sjálvbodnu kreftunum fyri at takka, at vit hava ein so stásisligan listaskála sum karm um myndlistina í Føroyum í dag. Vit kunnu ikki takka hesum undangongufólkum nóg mikið.
Enn eru stór tøk eftir at taka, listini og mentanini at frama í Føroyum. Ikki minst, tá ið tað snýr seg um karmar. Vóni, at trongu tíðirnar, sum vit nú eru á veg inn í, sannføra um tað. Í marglætistíðum knípur tað nevniliga eisini.
Í innganginum til bókina ”Myndlist í Føroyum” greiðir Bárður Jákupsson frá um tað at hava listarligar gávur. Hann tekur dømi úr gomlu søgnini og søguni hjá Heðini Brú, um hvalbingin í Dímun. Í líktaluni sigur prestur við bygdafólkið, at tann deyði var ikki sum onnur menniskju: ”Tit søgdu, at hann sá. Tað gjørdi hann, men ikki yvir seg, sum tit hildu. Hann var listamaður”.
Eg fari at ynskja Listasavni Føroya og Listaskálanum hjartaliga tillukku við teimum 40 árunum. Eg vóni, at framtíðin verður bjørt, at her verða íblástur og arbeiðsnáðir hjá nógvum nýggjum listafólkum, og at tað verður sum við kvinnum og góðum víni – betri sum árini ganga. Eg ivist onga løtu í, at tað verða mentanin og listin, sum enn einaferð skulu lyfta okkum úr einari fíggjarkreppu. So vit hava av sonnum eitt felags projekt.