Føðideildin á Suðuroyar sjúkahúsi møguliga steingjast

Landslæknin er komin við einum skrivi, har mælt verður til, at allar stovnsføðingar í Føroyum verða framdar á Landssjúkrahúsinum. Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kartin Hansen, er tí farin at kanna, hvat ið gerast skal við føðideildina á Suðuroyar sjúkrahúsi. Við Kringvarp Føroya sigur Kartin Hansen, at hann ikki fer at steingja føðideildina her og nú, men at hann fer at tosa við allar neyðugar partar, og síðani gera sína niðurstøðu.

Orsøkin til, at Landslæknin mælir til, at øll børn, sum verða fødd á sjúkrahúsi, skulu verða tað á Landssjúkahúsinum, er tí at har finst neyðuga serfrøðin, sigur Kartin Hansen við Kringvarpið. Millum annað er eingin fastur narkosulækni í Suðuroy, og tað ger umstøðurnar verri enn tær í Havn, um akuttar støður taka seg upp.