Fíggjarpolitikkur blivin trúarspurningur

Meðan samgongan tvíheldur um, at vøksturin skal nokk koma, so er andstøðan sannførd um, at førdi fíggjarpolitikkurin er grundleggjandi skeivur. Fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 kann tí lata upp fyri enn einum grundleggjandi kjaki um skatt og flatskatt

- Vit skulu gera tingini so líðandi. Vit hava fingið tamarhald á búskapinum við at fremja nýskipanir, men tað tekur tíð, áðrenn fíggjarligu avleiðingarnar av hesum síggjast aftur.
Jørgen Niclasen var meira varin og minni bráur enn onkuntíð áður, tá hann skuldi seta orð á fíggjarlógaruppskotið fyri 2014. Landsstýrismaðurin vísir á eina ætlan, sum bæði er stimbrandi og eisini afturhaldandi við útreiðslunum.
- Mest umráðandi er, at vit hava tamarhald á útreiðslunum, soleiðis at vit so líðandi fáa hallið burtur, sigur Jørgen Niclasen, sum vísir á bruttotjóðarvøkstur á trý prosent, meðan útreiðsluvøksturin er bara tvey prosent.
- Ella sagt á annan hátt, so veksa inntøkurnar skjótari enn útreiðslurnar, og tí er føroyski búskapurin á rættari kós, argumenterar Jørgen Niclasen.
Andstøðan er tó av aðrari fatan. Og í tí argumentatiónini verða aktuell tøl úr verandi fíggjarári brúkt.
- Inntøkurnar higartil í ár eru 153 milliónir lægri enn landsstýrið roknaði við, og tað er prógv um ein skeivan fíggjarpolitikk, sigur Aksel V. Johannesen, sum í longri tíð hevur sett stórt spurnartekin við førda fíggjarpolitikkin.
Formaðurin í Javnaðarflokkinum óttast, at vánaliga gongdin fer at halda fram.
- Nýggjastu tølini vísa, at lønarútgjaldingarnar og lønarskatturin standa í stað, og lítil og eingin vøkstur er í meirvirðisgjaldinum. Tað er tí einki, sum bendir á, at vit fáa nakran vøkstur, sigur Aksel V. Johannesen, sum tí óttast at vánaliga gongdin heldur fram og inntøkurnar tí tá avtornar vera einar 200 milliónir lægri enn landsstýrið metti.
Tað eru ikki bara inntøkurnar, sum svíkja. Eisini eru 52 milliónir krónur brúktar ov nógv. Her er serliga talan um íløgur, sum skuldu verið gjørdar undanfarin ár, men hava drigið út og tí tyngja landshúsarhaldið í ár. Men minkandi inntøkurnar og øktu útreiðslurnar merkja tilsamans, at hallið í ár væntandi verður 205 milliónir krónur størri enn tølini í samtyktu fíggjarlógini. Eitt budgetterað undirskot á 243 milliónir gerst eitt reelt undirskot á 449 milliónir. Og tað eru tøl, ið festa seg hjá andstøðuflokkunum.
- Undirskotið er næstan 100 prosent størri enn tað, ið landsstýrið roknaði við. Tað sigur seg sjálvt, at tá mást tú viðganga, at okkurt er galið, sigur Poul Michelsen.
Hóast formaðurin í Framsókn avgjørt heldur at neyðugt var við eini skattanýskipan eftir seinasta løgtingsval, so vendir flatskatturin eftir hansara tykki skeivt:
- Vit hava í alt ár roynt at vísa á, at flatskatturin gevur ikki ta meirnýtslu, ið landsstýrið roknaði við fór at koma og síðani geva fleiri skatta- og avgjaldskrónur í landskassan. Tí hava vit fleiri ferðir spurt okkum sjálvi, nær landsstýrismaðurin fór at viðganga, at fíggjarpolitikkurin er á eini skráplan. Tað ger hann so nú, sigur Poul Michelsen.
Formaðurin í Framsókn leggur speiskliga afturat, at henda útsøgn er tað mest gleðiliga við øllum fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014.
- Tí nú landsstýrismaðurin loksins fæst at viðganga, at inntøkurnar svíkja, so ber til at hyggja eftir fíggjarlógini av nýggjum og seta nøkur álítandi tøl inn har, sigur Poul Michelsen, sum í sama viðfangi eftirlýsir nýskipanir, ið kunnu gera samfelagið effektivari at reka.
- Tað verður tosað um nýskipanir. Men vit síggja ongar nýskipanir framdar í verki. Og so leingi vit ikki fáa tær framdar, so verður heldur eingin sparing, argumenterar Poul Michelsen.

Høgrasnaringin
Formaðurin í Tjóðveldi skýrir enn einaferð landsstýrið at snara politikkin ógvusliga til høgru.
- Hugsjónarligi munurin millum samgongu og andstøðu er sera stórur. Landsstýrið førir politikk fyri tey heilt fáu og ikki fjøldina, sigur Høgni Hoydal.
Hann vísir á flatskattin, sum serliga gagnar teimum við høgari inntøku. Og hann vísir á vinnulívið, sum verður savnað á alt færri hondum.
Avleiðingin er, sambært Høgna Hoydal, at búskapurin steðgar upp.
- Fremur tú ikki veruligar batar og ger tað liviligt hjá tí stóru og breiðu fjøldini í Føroyum, so fært tú heldur ikki vent búskapinum, og so fært tú heldur ikki tey úrslit á fíggjarlógini, ið tú ætlar. Og tað haldi eg vera prógvað við nýggjasta fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum, sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldi eftirlýsir ein fíggjarpolitikk, ið skapar størri javnvág millum fólk.
- Tað er neyðugt, at umstøðurnar grundleggjandi verða gjørdar betri fyri ta stóru fjøldina í Føroyum, sum í løtuni fíggjar skattalættan hjá teimum vælbjargaðu, sigur Høgni Hoydal.
Eins og hinir andstøðuflokkarnir, so eftirlýsir Høgni Hoydal eisini, at nýskipanir, ið nógv hevur verið tosað um, eisini vera framdar í verki.

Nýskipanir
Í síni framløgu av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2014 vísir Jørgen Niclasen á fleiri nýskipanir. Hann nevnir skúlanýskipan, heilsunýskipan, pensjónsnýskipan, nýskipan fyri arbeiðsfremjandi tiltøk, skattanýskipan og fiskivinnunýskipan. Hesar nýskipanir skulu allar vera við til at framtíðartryggja eina “burðardygga vælferð”, sum landsstýrismaðurin orðar seg.
- Hesar nýskipanir taka tíð at fremja, og sparingarnar fyri samfelagið síggjast tí ikki aftur beinanvegin. Vit fáa gjøgnumført nýskipanirnar, men sjálvar sparingarnar av teimum taka eitt sindur longri tíð enn vit roknaðu við, sigur Jørgen Niclasen.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, sum eisini er formaður í Fólkaflokkinum, lovar at fiskivinnunýskipanin verður framd í hesi tingsetuni, soleiðis at hon kann koma í gildi 1. januar 2015.

Inntøkurnar
Meðan andstøðan brúkar manglandi inntøkurnar í ár sum argument fyri at førdi fíggjarpolitikkurin er skeivur, so verjir landsstýrismaðurin í fíggjarmálum framvegis sín politikk. Sambært Jørgen Niclasen hava manglandi inntøkurnar í ár sína frágreiðing.
- Inntøkumetingin er bygd á inntøkur frá í fjør. Inntøkur, sum í fjør vórðu mettar hægri. So tú kanst siga, at vit hava bygt vøksturin í fíggjarlógini á ov høg inntøkutøl frá í fjør, sigur Jørgen Niclasen, sum framvegis verjir sína avgerð um at seta í gildi flatskattin, 1. januar 2012:
- Ja, flatskatturin sær út til at virka. Men spakuligari enn vit vónaðu, sigur Jørgen Niclasen og heldur fram:
- So í somáta kanst tú siga, at eg var ov optimistiskur. Men vit síggja tó virknaðin av flatskattinum.