Fíggjarmálaráðharrin, formaður í Fólkaflokkinum

Finnleif Guttesen, Suðuroy
----


Kemur við nøkrum útsagnum, sum ikki eru eftirfarandi og tað boðar ikki frá góðum.
Maðurin sigur fyri vist, at fólk tíma ikki at arbeiða eyka, tí upp til 70 prosent fara í skatti og tað er jú lygn. Tey einastu tú hevur hoyrt brokka seg um hesa lygnuna um 70 prosent í skatti er onkur stjóri, sum er súrur um at rinda 50 prosent av sínari millióna løn í skatti, tað eru ikki tey sum ganga arbeiðsleys og tey sum ikki hava fulla arbeiðsviku
Fyri tað fyrsta vita øll, eisini fíggjarmálaráðharrin, at lógin sigur max 50 prosent í skatti + 3,4 prosent í ymiskar grunnar, tað vil siga, at um tú hevur arbeitt og fingið milliónir av krónum í løn ,so rindar tú ongantíð meira enn 50 prosent í skatti um ári. Og fyri at koma uppá 50 prosent marki, skalt tú hava eina løn uppá umleið 500.000 krónur.
Ein persónur á Tvøroyri, sum hevur hægsta kommunuskattaprosenti í landinum, rindar uttan nakrar frádráttir, 38,9 prosent í skatti av 250.000 krónum og 41,8 prosent av 300.000 krónum, tað vil siga, at “ullarskatturin” hjá Fólkaflokkinum og sum hinir samgongu fylgisneytarnir hava tikið undir við ongan lætta gevur.
Fyri tað næsta, hvør er øll tey, sum fíggjarmálaráðharrin sigur fyri vist, ikki tíma at arbeiða eyka, tí tey skulu rinda hesi 70 prosentini í skatti, tað hevði verði áhugavert at fingið at vita?
Sigur tú eina lygn nóg ofta, so trúgva fólk at tað er sannheit.