Fíggjarlógin grundað á varnar inntøkumetingar

Magni Laksáfoss vildi í grein í undanfarnu viku undir heitinum "Fíggjarlógin 2003 - eitt makkverk 1" m.a. verða við, at inntøkumetingarnar í fíggjarlógini 2003 vóru alt ov bjartskygdar. Hetta er ikki rætt. Inntøkumetingarnar eru sera varnar og taka til fullnar atlit til minni búskaparvøkstur komandi árið.

Rokna bert við 1,4% í búskaparvøkstri
Sambært Magna Laksáfoss roknar landsstýrið við einum búskaparvøkstri á 6% komandi ár. Hetta er ikki rætt. Sum niðanfyristandandi tøl vísa, so verður bert roknað við búskaparvøkstri á 1,4% komandi ár (sí talvu I). Hetta er ein sera varlig meting, tí hóast útflutningsvinnan kann fáa minni inntøkur í komandi ári, so skyldast vøksturin í føroyska búskapinum í løtuni fyrst og fremst innanlands virksemi. Hetta sæst m.a. av lønargjaldingunum.
Tað tekur tíð áðrenn virksemið innan eitt nú tænastu- og byggivinnurnar minkar vegna verri tíðir, og kann hetta virksemið ikki væntast at minka munandi longu komandi ár uttan so, at búskapurin við eitt skuldi verið fyri álvarsamum hóttafalli. Hetta er ongin orsøk til at vænta, hóast búskaparvøksturin fer at gerast minni.
Nominelli búskaparvøksturin í ár verður væntandi góð 9% og realvøksturin (tvs. reinsaður fyri prísvøkstur) góð 7% (sí talvu I). Hinvegin væntar landsstýrið bert ein realvøkstur á 1,4% fyri komandi ár og má hetta sigast at vera ein sera varin meting (sí talvu I).

Talva I
Føroyska framleiðsluvirðið (BTÚ) 1996-2003

Mió. kr.BTÚÁrligur
nominellur
vøkstur í BTÚBTÚ í 1988
prísumÁrligur
realvøkstur
í BTÚ








199657888,8%42985,9%
199761756,7%44603,8%
1998694012,4%47887,3%
199974026,7%48591,5%
200081159,6%50784,5%
2001921813,6%561710,6%
2002*100739,3%60177,1%
2003*104153,4%61001,4%
* Mett tølKelda: Landsbankin

Grundað á lítlan inntøkuvøkstur
Verður hugt at væntaða inntøkuvøkstrinum hjá landskassanum komandi ár, so verður í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 mett, at inntøkur landskassans íalt nominelt vaksa við 3,3% frá 2002 til 2003 (sí talvu II).
Hetta er inntøkuvøkstur, ið væntandi verður, hóast stórtsæð ongin realbúskaparvøkstur verður. Tí hóast tað skuldi hent at nærum ongin realvøkstur varð í búskapinum, so vaksa inntøkur landsins vegna prís- og lønarvøkstur komandi ár. Flestu lønarsáttmálar fyriliggja fyri komandi ár, og tá um 50% av lønarinntøkunum fara í landskassan umvegis skatt, er ein nominellur vøkstur í skattainntøkum longu tryggjaður - sum sagt, um onki álvarsamt hóttafall rakar búskapin komandi ár.
Almenni lønarvøksturin verður í miðal um 3,5% komandi ár og innan tað privata verður lønarvøksturin væl størri. Inntøkur frá avgjøldum og tolli væntast eisini at vaksa eitt sindur, men eisini hesar metingar eru varnar. Ríkisstuðulin verður so at siga óbroyttur.

Talva II
Inntøkur landkassans 1997-2003
Mió. kr.199719981999200020012002*2003*



Skattainntøkur938104312341310156716841767
Avgjøld og tollur90898910431117114812291267
Ymsar inntøkur9614211789905654
Ríkisstuðul o.t.898920945973995629630
Inntøkur íalt2840309433393489380035983718
Nominellur vøkstur 8.9%7.9%4.5%8.9%-5.3%3.3%
* Mett tølKelda: FMR

Leggjast skal afturat, at ætlaði skattalættin ikki er innroknaður í fíggjarlógaruppskotið ella tølini í talvu II. Orsøkin er, at skattalættin ikki verður latin fyrr enn tilsvarandi sparingar eru framdar soleiðis, at skattalættin ikki kemur at ávirka avlop landskassans 2003.

Nevnast skal eisini, at væntað varð, at minkingin í ríkisstuðlinum á 366 mió. kr. í 2002 fór at merkja eina minking í inntøkum landkassans á 7,1% í 2002 - men nýggjasta metingin vísir, at inntøkur landskassans bert minka 5,3% í 2002. Orsøkin er, at hóast ríkisstuðulin minkar, so vaksa aðrar inntøkur enn ríkisstuðulin væntandi við 5,8% í 2002 - hetta hóast fiskivinnan og alivinnan í Føroyum ikki hava havt bestu umstøður í ár.

Varnar inntøkumetingar
Samanumtikið kann sigast, at inntøkumetingarnar í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2003 mugu sigast at verða sera varnar. Hetta er eisini alneyðugt nú nógv bendir á, at óvanliga stóri búskaparvøksturin í føroyska búskapinum seinastu árini, fer at gerast væl minni komandi árini.