Fíggjareftirlitið meldar Eik-fólk

Fíggjareftirlitið hevur, við støði í einari greining av viðurskiftunum í gamla Eik Banka og dótturfelagnum Eik Bank Danmark, meldað fólk í Eik til løgregluna.

Advokatgreiningar av bankunum koma fram á viðurskifti, ið hava ført við sær, at fólk gamla Eik Banka eru meldað til løgregluna. Tað upplýsir danska Fíggjareftirlitið. Einki verður sagt um hvønn Fíggjareftirlitið hevur meldað, ella um hetta er í leiðsluni ella millum starvsfólk.

Greiningarnar av bankunum vísa eitt nú á, at leiðslan í bankanum helt bankavirkseminum koyrandi óforsvarliga leingi.

»Advokaturin metir harafturat, at leiðsla bankans kann ábyrgdast fyri at hava hildið á við bankavirkseminum eftir ta tíð, har advokaturin metti, at bankin ikki longur livdi upp til lógarkrøvini um solvens (...) Samlað metti advokaturin, at talan er um brot á lógina um fíggjarligt virksemi, sum kann viðføra revsiábyrgd, at stjórn og nevnd bankans hava arbeitt óforsvarliga og at tann eksterna revisiónin eigur at verða førd inn fyri revisornevnið«, skrivar tíðindamiðilin Finanswatch um málið.

Danska fíggjareftirlitið hevur meldað fyri viðurskifti í dótturbankanum Eik Bank Danmark, har viðurskiftini á ongan hátt vóru í lagi heldur.

Advokaturin metti, at bankin hevði brotið grein 145 í lógini um fíggjarligt virksemi við at hava skyldur, ið vóru størri enn 25 prosent av basiskapitalinum, og grein 181 um at hava skyldur internt í konsernini við at gjøgnumføra internar transaktiónir í konsernini, ið ikki vóru til marknaðarkor, stendur skrivað í einum notati um greiningina. Sambært Berlingske Business svaraði eitt av lánunum í Danmark í roynd og veru til upp móti 57 prosent av basiskapitalinum, og er hetta eitt greitt og álvarsligt brot á lógina.

Fíggjareftirlitið staðfestir sambært Finanswatch, at:

»Fíggjareftirlitið í stóran mun er samt við advokatin um orsøkirnar til fíggjarligu kollsiglingina hjá bankanum. Tað, at bankin í stóran mun var eksponeraður mótvegis fastogn, stórur útlánsvøkstur og fleiri stórar skyldur, saman við manglandi kredittstýring, ið ikki var í tráð við egnar virksemisleiðreglur, hevði avgerðandi týdning fyri, at bankin ikki kláraði at standa móti einum konjukturniðurtúri. Í samband við gjøgnumgongdina eru viðurskifti staðfest, ið hava ført við sær at málið er meldað til løgregluna til víðari kanningar«