Fíggjarætlanin fyri býráðið í kvøld

Avlop til skattafíggjaðar íløgur verður 156,3 mió.kr.

Tórshavnar býráð skal í kvøld samtykkja fíggjarætlanina fyri 2021 fyri aðru ferð.

Fyri 2021 væntar Tórshavnar kommuna sær eina inntøku á 1,087 mia. kr., ið er ein vøkstur á 23 milliónir, ella 2,2 prosent.

Roknað verður við rakstrarútreiðslum á 876 mió. kr., ein vøkstur á 5,8 prosent.

Samlaða rakstrarúrslitið væntast at vera 167, mió. kr., ið er ein minking á 21,5 mió. kr. ella 11,5 prosent.

Avlop til skattafíggjaðar íløgur verður 156,3 mió.kr.