Fíggjar Landsverk valstríðið hjá Bjarna?

Ein danskur riddarakrossur er lýstur til sølu á alnótini. Hann er úr deyðsbúnum hjá irakiska einaræðisharranum Saddam Hussein

Danska hóvið er at kalla farið í coma av hesum málinum og roynir av øllum alvi at fáa arvingarnar hjá deyða despotinum at skilja álvaran í sakini og at fata ta vanvirðing, sum fer at regna niður yvir aðrar kongsins teknar, um tað skal eydnast onkrum tilvildarligum charlatani, at keypa sær rættin til hesa ovurstóru tign. Danska blaðið Politiken skrivar um hesa vanlukku ídag, og heldur fyri, at sakin er truplari at handtera, enn um krossurin var latin onkrum donskum rískisborgara, føroyingi, grønlendingi ella dana, innanvert danskt løgregluøki, tí tá hevði Margretha bara givið einum patruljuvogni hjá politinum boð um at farið til dyrnar hjá viðkomandi eftir innsiglinum frá Guði, móðurlandi og kongi.

Kalsberg riddari var í Fólkatinginum ídag fyri fimtu ferð í sløk trý ár, sigst, tí kom tað heldur ikki óvart á, at kikarin hjá danska kringvarpinum ikki fann høvur hansara millum 179 aðrar krúllar í salinum, harvið hevur kongshúsið ongan trupulleika av hesum tekni, men tað var nú løgið, at deyðsbúgvið hjá Saddami skuldi gerast ein statstrupulleiki sama dagin, sum Jóannes Eidesgaard og Edmund Joensen vanvirdu ríkisfelagsskapin so dyggiliga, táið hesir báðir ignoreraðu føroyska siðvenju og stóru løtuna, táið danski forsætisráðharrin setti hol á eina nýggja fólkatingssetu, við ikki at møta upp og vera hjástaddir sum gestir størstu hátíðarløtuna á tingi yvirhøvur. Ongin kennir orsøkina, men gitt verður, at hetta boðar frá einum nýggjum politiskum ráki ímillum londini. Edmund er danskur kommandørur. Um hann er farin ígjøgnum eina politiska metamorfosu er ivasamt, tað má prógvast áðrenn man loyvir sær at trúgva tí. Øðrvísi er við Jóannesi. Eftir at hann er vorðin riddari av íslendska falkinum, hevur danska statsmaktin verið í eini sera traumatiskari støðu, í eini ójavnvág, sum onkursvegna mátti verða bøtt og vigað á rættkjøl aftur. Tað gongur nú sum rótasúpan í politisku undirskógini, at danir hava lagt trýst á íslendska teknin, fyri at fáa hann at taka ímóti danska riddarakrossinum, og onkur heilt illavorðin jassur helt fyri, at danir bara kundu heita á arvingarnar hjá Saddam Hussein, um at senda krossin í deyðsbúnum beinleiðis úr Bagdad niðan í Tinganes, táið hann nú var tøkur allíkavæl. Millumrokningini kann Vinnumálaráðið ivaleyst taka sær av.

Nú, tað er farið at nærkast løgtingsvali, er ein annar danskur riddari eisini farin at gera um seg. Hetta er ongin mætari enn landsstýrismaðurin í vinnumálum, Bjarni Djurholm. Hann hevur sett fólki, harímillum tingmonnum, stevnu á Parnassinum, - í degninginum í morgin 3. oktober kl. 0830. Málið má vera av alra størsta týdningi, annaðhvørt fyri samfelagið ella fyri hann, tí í innbjóðingini verður heitt á tey innbodnu um at møta stundisliga, helst ikki seinri enn kl. 0820.

Skilji á lagnum, at tað er vorðin almenn vitan, at ein fólkafloksmaður í fleiri vikur hevur virkað íðin í politisku korridorunum fyri, at eitt uppskot til samtyktar varð lagt fram, um gerð av nýggjum altjóða flogvølli í Føroyum. Ongin geografisk plasering var nevnd í uppskotinum, harafturímóti skuldi besta loysnin finnast við ljós og lykt. Meduppskotsstillarar trutu ikki, okkurt bendir tó á, at annaðhvørt sveik dirvið á eggini ella eru dómadagsboð komin úr erva í radikala sjálvsstýrinum, harið hótt er við báli og brandi, um uppskotið sá dagsins ljós. Eftir formansvalið fyri kortum megna Anfinn og Jørgen tó á ongan hátt at ræða Bjarna Djurholm longur. Hann skyldar teimum onki. Sum sagt verður í tónleikaheiminum, táið maður loysir seg úr ensemblinum, og gevur fløgu út í egnum navni - Bjarni er farin solo. Í ólukkumáta. Á fyrsta uppstillingarfundinum í Havnar Framburðsfelag fyri viku síðani, legði hann fram eina ætlan um nýggjan flogvøll á Glyvursnesi. Kostnaðurin sigst vera mettur til umleið 1,6 milliardir danskar krónur. Og farast skal undir verkætlanina beinanvegin.

Hetta hendir, eftir at Djurholm hevur verið við til at yvirtaka flogvøllin, at forera dønum íleggingargrunnin og eftir at farið er undir at brúka slakar 400 milliónir krónur til víðkanina vesturi í Vágum.

Í dimmalættingini ímorgin tekur Bjarni tetin í valstríðnum, um komandi fólkaflokstingmenninar hjá Fólkaflokkinum í Suðurstreymoy. Sagt verður í innbjóðingini, at kanningar eru gjørdar av nýggjum flogvølli í Føroyum, og at hesar ætlanir, um nýggjan flogvøll á Glyvursnesi, skilst, fara at verða lýstar á fundinum, sum er so umráðandi, at hann má haldast fyri uppfaringartíð hjá almennum starvsfólki, í lýsingini, ímorgin. Líkasum ein præambul til viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum hjá Laksáfoss.

Í uppskotinum hjá Magna verða tó hvørki nevnd orð ella eiðir um fyrireikingar av nýggjum ella alternativum flogvølli til tann verandi í Vágum. Mær vitandi hevur ongin oyramerkt játtan verið tøk til at gera ætlan ella prosjekt um flogvøll á Glyvursnesi í farnum og farandi ári, og tað verður heldur ikki tikið upp á tungu í fíggjarlógaruppskotinum fyri komandi ár. Leggur landsstýrismaðurin eina fullfíggjaða verkætlan fram á metropolsins Parnassos í morginárini, má materiella fæið til hetta arbeiðið vera funnið í onkrum goymdum cigarkassa, annaðhvørt í Nesinum ella hjá Landsverki. Kann tað hugsast, at Landsverk hevur víðkað um sítt lebensraum, sítt virkisøkið, og nú er farið undir at fíggja valstríðið hjá Bjarna Djurholm mótvegis Poul, Óla og Anniku? Tað er eftir øllum at døma ikki hvør sum helst, ið verður sligin til riddara av hini donsku brókini, men máti skal tó vera við øllum. Eyðmjúkleikin og undirbrotligheitin mótvegis danska kongshúsinum og danska eindarstatinum skal kanska vigast upp við serrættindum og megalomaniskari atferð í heimligum høpi. Hetta er hin gitna javnvágin umaftur. Streymtalvan.

Greinin skal á ongan hátt skiljast soleiðis, at høvundurin er ímóti útbyggingum á flogvallarøkinum. Tvørturímoti. Men at flyta spurningin um millumlanda loftvegis sambandið úr einum lokalpolitiskum trupulleika vesturi í Vágum inn í valfelagið hjá Fólkaflokkinum í høvuðsstaði landsins, tað er ovboðið. Átakið kemur við vissu at steðga málinum í mong ár frameftir, og kann ikki brúkast til annað enn valagn og fjølmiðlaumrøðu hjá honum, ið leggur tað fram. Og tað er ivaleyst tann djúpara filosofiin og ætlanin við fundinum í morgin. Vit hava tørv á einum orðaskifti um spurningin, málið, og ikki um landafrøðiligu ásetingina. Í fyrstu syftu mega vit finna útav hvat vit ætla við hesum undirstøðukervinum komandi 100 ella 200 árini, hareftir eiga objektivar serfrøðingakanningar at siga okkum, um altjóða flogvøllurin skal leggjast á Skorðhæddini, í Svínoy, á Glyvursnesi, í Nólsoy, í Søltuvík ella í Vágum. Tað var hetta, sum var kjarnin í uppskotinum, ið fór úr barkastokki fyri fleiri vikum síðani, millum tingmenn úr øllum flokkum á tingi, men sum higartil hevur fingið eina ókenda lagnu í valdsmaskinarínum hjá Fólkaflokkinum. Sanniliga er tað ikki bara spennandi at sita av annans náði á tingi.

Hinvegin er hetta málið er alt ov týðningarmikið til eittans at verða brúkt í eini sperdari roynd, at fáa ein danskan riddara inn um tingsins gátt aftur 19. januar 2008.