ÍF Føroyar og Trygd hava gjørt samstarvsavtalu, sum ber við sær, at Trygd verður er á leikbúnunum hjá 2. liði fyri hetta kappingarárið
Hjá ÍF Føroyum kemur stuðulsavtalan væl við.
- ÍF Føroyar vilja stórliga takka fyri stuðulin, ið Trygd hevur latið okkum. Uttan góðar stuðlar hevði felagið ikki borið seg, sigur Ingibjørn Johannesen frá ÍF Føroyum.
Trygd heldur tað vera gott, at føroyski ungdómurin, ið fer til Keypamannahavnar í lestrarørindum, hevur møguleika at íðka ítrótt saman við sínum landsmonnum. Hetta hevur eisini við sær, at vinarbond verða knýtt, sum javnan vísa seg at halda í nógv ár eftir, at fólk eru flutt heim aftur til Føroyar. ÍF Føroyar er eitt savnandi stað fyri føroyskar útisetar, ið ynskja at íðka ítrótt, og vit eru sera fegin um at stuðla einum tílíkum felag, sigur Janus Thomsen frá Trygd.
ÍF Føroyar hevur í løtuni trý 11-mans lið, eitt 7-mans lið og eitt kvinnulið