ÍF Føroyar í donskum sjónvarpi

Føroysku fótbóltsútisetarnir í ÍF Føroyum í Keypmannahavn komu av álvara á breddan í sambandi við steypadystin, ið besta mansliðið hjá felagnum leikti móti danska 1. deildarliðnum AB á Gladsaxe Stadion seinasta mikukvøld. Føroyskir og danskir fjølmiðlar vístu søguni um lítla føroyska útisetafelagið, sum skuldi taka dystin upp móti mæta AB, stóran ans.

 

Í dag kl. 16.30 føroyska tíð sendir danska sjónvarpsrásin Kanal 5 eitt innslag um ÍF Føroyar, sum rásin gjørdi í sambandi við dystin móti AB. Eitt sjónvarpslið frá Kanal 5 fylgdi føroysku leikarunum áðrenn, undir og eftir dystin.

 

Søgan um ÍF Føroyar, og dystin felagsins móti einum av risunum í donskum fótbólti, AB, passaði sum fótur í hosu til upptaktina til steypakappingina hjá Kanal 5. Sambært Una L. Hansen, ið er ein av venjarunum og fyrrverandi formaður í felagnum, er øll umtalan, ÍF Føroyar hevur fingið burtur úr AB-dystinum, kærkomin.