Menninir hjá ÍF høvdu leygardagin møguleikan at avgera FM-finaludystin ímóti Fleyr, við tað at teir høvdu vunnið fyrsta dystin greitt 3-0. Fleyr, sum fekk otað seg í finaluna við sannførandi ÍF-liðnum, hevði fyri neyðini at vinna henda dystin fyri at fáa ein triðja og avgerandi finaludyst sunnudagin, men neyvan skuldi tað gerast lætt ímóti væl samanskrúvaða og væl samanspælda liðnum úr Fuglafirði.
Hóast flogbóltsgólvið var lagt á til høvið, so stóðu karmarnir ikki í mát við steypafinaluna í februar, tá ið høllin var stúgvandi full – hesaferð var hon hálvfylt.
ÍF setti støðið
Favorittarnir úr ÍF buldraðu avstað í fyrsta setti, og áðrenn øll høvdu sett seg vóru teir á odda 6-0 og leikandi venjarin hjá Fleyr, Romica Øster, mátti taka time-out. Eitt sindur munaði, tí næstu tríggjar bóltarnar fekk Fleyr og so vóru eisini teir við í dystinum.
Tað vóru teir tó ikki serliga leingi, tí einu løtuna rann ÍF avstað og vóru yvirlegnir á øllum økjum. Fleyr skifti nógv hesa løtuna og teir leitaðu eftir einari nøktandi uppstilling. Støðan var heili 21-9 til ÍF áðrenn Fleyr vann fimm bóltar á rað og minkaði niður í 21-15, áðrenn ÍF tók time-out fyri at fáa skil aftur á støðuna. Tað fingu teir og vunnu teir bóltar, sum eftir vóru, og harvið fyrsta sett greitt 21-15.
Fleyr argaði
Í øðrum setti var líkt til, at ÍF aftur fór at strúka avstað, men Fleyr vann seg inn aftur á tepru leiðsluna, sum ÍF hevði fingið sær. Serliga við góðum servum, sum ÍF hevði stórar trupulleikar av at fáa tamarhald á, og ikki minst ferðmiklum smasjum og snildum avgerðum frá Róa Hentze, kom Fleyr á odda 10-6 og ÍF mátti taka time-out.
Tað riggaði væl hjá fuglfirðingum og teir vunnu teir næstu tríggir bóltarnar, soleiðis at teir høvdu minkað niður í 10-9 og so var tað Fleyr, sum bað um time-out.
Fleyr megnaði at halda eina tepra leiðslu, men á odda 16-14 mistu teir hana á gólvið og ÍF kom á odda 18-16. Hesa leiðsluna helt ÍF fast um, og serliga við góðum smasjum frá eitt nú Trúgva Hansen vunnu teir settið 25-20.
ÍF avgjørdi
Í triðja setti var søgan framvegis hin sama. ÍF vann sær alt fyri eitt eina leiðslu, sum setti Fleyr í eina trýsta støðu, har teir alla tíðina máttu royna at elta ÍF. Hetta gjørdist ov stríggið hjá teimum og ÍF vóru eirindaleysir fram við netið, har teir ferð eftir ferð høvdu góðan blokk og eisini nøkur góð smasj.
Tað var ongantíð nakar ivi um, at ÍF fór at taka hetta settið, og vunnu teir at enda greitt 25-15 og harvið dystin 3-0. Teir vunnu sostatt báðar finaludystirnar 3-0 og fingu ikki bara FM-gullið heim til Fuglafjarðar, men eisini greipuna eftirsum teir í februar eisini vunnu steypafinaluna.