Rebekka Manuela Behrens, 9.d í Eysturskúlanum
-----
Eg eri ein av teimum, sum júst havi verið við í PISA-kanningini, ið er ein stakroynd til allar 9. flokkar í landinum. Í ár legði PISA-kanningin stóran dent á tað støddfrøðiliga og náttúruvísindaliga økið. Har vóru tískil sera nógvir spurningar, ið kravdu vitan innan alis- og evnafrøði. Eg fór tá brádliga at hugsa um hinar næmingarnar, ið ikki hava valt alis- og evnafrøði. Hvussu kunnu teir megna at svara slíkum spurningum, sum teir aldrin hava fingið undirvísing í? Haldi, at tað er eitt sindur undranarsamt. Kann tað vera ein av orsøkunum, ið hála Føroyar niður í PISA-kanningini? Eg haldi, at alis- og evnafrøði skuldi verið ein kravd lærugrein, ið ikki kann veljast frá. Við hesum verður javnvágin betri millum tær støddfrøðiligu lærugreinarnar og málsligu lærugreinarnar í fólkaskúlanum, tí í núverandi tímatalvu fólkaskúlans viga humanistisku lærugreinarnar longu mest. Haldi sjálv, at hetta skal takast við í tær endaligu metingarnar av PISA-úrslitinum 2012.
PISA-kanningin kann ikki laga seg eftir okkum, av tí at londini, ið eru við í PISA-kanningini, eru so ymisk og mong í tali. Tí haldi eg, at tað eru vit, ið mugu broyta okkum og gera tær, eftir øllum at døma, neyðugu broytingarnar í okkara skúlaskipan. Hetta kundi verið ein máti at fingið framgongd og betri úrslit.
Ein onnur orsøk til, at eg haldi, at alis- og evnafrøði skuldi verið ein kravd lærugrein er, at so kunnu allar tær náttúruvísindaligu lærugreinarnar bindast betur saman. Eg havi sjálv upplivað, at tað ikki bar til hjá læraranum at taka dømir úr alis- og evnafrøðini í øðrum náttúruvísindaligum lærugreinum, av tí at allir næmingarnir ikki hava valt hesa lærugrein. Eg haldi, at sambandið millum náttúruvísindaligu lærugreinarnar má gerast betri, og eg haldi, at sambandið hevði blivið betri, um alis- og evnafrøði gjørdist ein kravd lærugrein.