Fáa veganøvn á Tvøroyri

Tvøroyrar Býráð er nú farið undir at seta veganøvnini á Tvøroyri, Froðba, í Trongisvági og í Øravík upp, skrivar Suðurrás, hagani myndin eisini er heintað.

Í oktober 2006 góðkendi Landsadressuskráin veganøvnini hjá kommununi, og í november sama ár boðar kommunan frá, at arbeitt verður við at bíleggja skelti til gøtunøvn og húsanummur. Húsanummur eru sett upp fyri langari tíð síðani, men veganøvnini hava ikki verið at sæð, men nú er so gongd komin í. Á Tvøroyri, Froðba, í Trongisvági og í Øravík eru tilsamans 66 veganøvn.