Reyði Krossur í Føroyum hevur nú sent 600.000 krónur til Etiopia í Afrika. Í Etiopia er fólkaflyting eitt afturvendandi og umstrítt evni, sigur felagsskapurin.
Nógv fólk er rýmt undan áhaldandi ófriði, skerdum frælsi, forfylging og eini kúgandi samfelagsskipan. Men harafturat er trot grundleggjandi tænastum sum útbúgving og arbeiði, umframt at veðurlagsbroytingar, og ófriður, gera, at matur á borðið ikki er nakar sjálvsagdur veruleiki hjá teimum
Flestu etioparar sum rýma, flyta til Jemen, Saudiarabia og onnur lond har um vegir. Sera nógv venda tó heim aftur og síðan 2017 eru 300.000 etioparar vendir aftur úr Saudiarabia, eftir at hava verið fyri øgiligum ágangi, eitt nú kropsligum og kynsligum harðskapi, svikabragdum og ólógligum menniskjahandli.
Men heimaftur komin eru somu trupulleikar, sum tey í síni tíð rýmdu undan – umframt at tey nú eisini skylda pening fyri ferðina.
– Tey, sum venda heim aftur er ofta ein byrða hjá familjuni og eru tey javnan fyri mismuni, sigur Reyði Krossur.
Reyði Krossur Føroya letur 600.000 kr. til eina verkætlan hjá Reyða Krossi í Etiopia, sum snýr seg um at stuðla endur-integratiónini hjá teimum sum venda heim aftur.
Reyði Krossur vil styrkja mótstøðuførið hjá teimum, sum eru flutt heim aftur – ofta tómhent, og tað verður gjørt við at bjóða teimum
- Grundleggjandi neyðhjálp, so sum heilsutænastur, teppir, útgerð til reinføri, og annað.
- Sálarligan stuðul, har tey fáa hjálp og kunning.
- Atgongd til arbeiði og stuðul til at skapa sær eitt lívsgrundarlag, eisini pening til at seta á stovn eitt virki.