Virkir, sum hava neyvt eftirlit við tí fiski, sum fer ígjøgnum maskinurnar, siga, at upsin í miðal er lætnaður meira enn eitt pund í minni enn eitt ár. Men ein øgilig rúgva er til, siga teir sum fiska.
Frægari slag á Føroya Banka
Nú um dagarnar hava trolarar, sum royna á Føroya Banka, fingið heldur frægari slag av upsa.
Av veiðini hjá Vesturbúgvanum, sum landaði í Vestmanna mánadagin og týsdagin, var meginparturin upsi 3.
- Og tað er væl frægari fiskur enn upsi 4, sum hevur verið tað nógva, ið trolararnir hava fingið í vár, siga tey á Fiskavirking í Vestmanna.
Vesturbúgvin og Eysturbúgvin, sum landaði á Sandi, royndu hendan túrin á Føroya Banka. Vesturbúgvin hevði 250.000 pund og Eysturbúgvin 300.000 pund. At kalla øll veiðan var upsi.
Aðrir trolarar hava eisini roynt á Føroya Banka í seinastuni, og eisini hjá teimum hevur slagið verið frægari.
Grønanes, sum partrolar við Vesturtúgvuni, landaði í Vestmanna hósdagin. Teir høvdu 150.000 pund. Av veiðini vóru umleið 10.000 pund toskur. Restin var upsi. Vesturtúgvan landaði í Saltangará; teir høvdu nøkulunda tað sama sum Grønanes.
Á Fiskavirking í Vestmanna siga tey, at Grønanes og Vesturtúgvan royndu á Føroya Banka einar 3-4 dagar, áðrenn teir komu inn. Tí høvdu skipini bæði 3?arar og 4?arar, ið er slagið, sum skipini hava fingið vestanfyri.
Í Vestmanna siga tey, at Vestmenningur, sum eisini er úti, er við at fyllast nú, og teir koma helst innaftur at landa fyrst í komandi viku.
1 króna á muni
Prísmunurin millum upsa 3 og upsa 4, er umleið króna.
- Tann smái 4?arin er heldur smáur til portiónir, men vit royna at framleiða portiónir burtur úr øllum. Hinvegin er portións úrtøkan nógv minni burtur úr tí smáa fiskinum, siga tey í Vestmanna.
Á Fiskavirking í Vestmanna hava tey ríkiligt at gera. Arbeitt verður við tvey-skiftivakt; tann fyrra frá klokkan 8 til 16 og tann seinna frá klokkan 16 til midnátt.
Tá ið vit spyrja, hvat fólkið dámar skiftivís at arbeiða um kvøldarnar, siga tey á virkinum, at soleiðis hevur verið í fleiri ár.
- Arbeiðið gongur væl, og eg kann bara siga, at vit kunnu taka hattin av fyri teimum, sum vilja arbeiða soleiðis ár um ár, siga tey á Fiskavirking í Vestmanna.
Á virkinum arbeiða umleið 100 fólk tilsamans.










