Í næstu viku fáa vit eina hylling á um skipini hjá Strandferðsluni verða løgd, ella um tað eydnast at finna semju í evstu løtu. Tað eru fleiri vikur síðani, at samráðingarnar um nýggjan sáttmála um skiparar, stýrimenn og maskinmeistarar hjá Strandferðsluni, slitnaðu.
Semingsmenninir vórðu boðsendir og teir hava síðani tosað við teir ymsu partarnar hvør sær fyri at fáa greiði á, hvat ósemjan í veruleikanum snýr seg um.
Og nú er greitt, at semingsmenninir, Alfred Petersen og Jógvan Amonsson, hava kallað partarnar til fundar mánamorgunin 2. mai.
Tá hittast sostatt lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum, Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagnum á felags fundi at umrøða støðuna.
Alfred Petersen, semingsmaður, sigur, at tað er ikki vist, at hetta verður endaliga semingsroyndin.
Hann sigur, at hesin fundurin er fyri at fáa allar partarnar at sessast við sama borð at lýsa síni sjónarmið og fyri at geva teimum høvi til at gera viðmerkingar til hvønn annan beinleiðis.
Gongur hesin fundurin væl, kann tað henda, at farið verður beinleiðis til semingsroyndirnar.
Men tað er væl trúligt, at semingsmenninir brúka hendan fundin til at lodda dýpið endaliga, men at teir so fara til húsar og taka ein steðg, áðrenn teir avgera næsta leikin.
Næsti leikur kann so verða at kalla partarnar til semingsroyndir.
Men í ringasta føri kann avgerðin eisini verða, at partarnir standa so langt frá hvørjum øðrum, at tað er endamálsleyst at fara undir eina semingsroynd og so verða skipini hjá Strandferðsluni løgd.