Fáa leikbann fyri ófrið

Tríggir spælarar frá portugisiska felagnum Madeira sleppa ikki at spæla fyri felagið í UEFA Cup hóskvøldið. Madeira hevur sjálvt gjørt av, at teir skulu hava leikbann, eftir at teir mánamorgunin vóru tveittir í fongsul eftir ein bardaga við løgregluna høvuðsstaðnum á Madeira, Funchal.
Løgreglan hevur skuldsett teir tríggjar spælarar fyri harðskap og fyri at hava forða løgregluni í at gera sítt arbeiði.