Hósdagin verður skrúuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju. Kirkjan hevur mangan skipað fyri sokallaðari skrúvuguðstænastu, sum er guðstænasta við einum heitum døgverða aftana - hetta hevur verið skrúvur og kjøtsós.
Hóskvøldið 23. februar verður aftur bjóðað til skrúvuguðstænastu í Hoyvíkar kirkju kl. 17.30. Prestur er Theodor Eli Dam Olsen. Aftan á verður farið niður undir í Kirkjukjallaran at fáa sær ein bita.
Hóast skrúvuguðstænasta er vorðin fastur táttur í Hoyvíkar kirkju, so verður matskráin hesaferð tó lasagna.