Dysturin millum Føroyar og Svøríki verður landsdystur nummar 955 hjá tí svenska A-landsliðnum. Svenska fótbóltslandsliðið hevur eina 104 ára langa søgu. Fyrsti landsdysturin hjá Svøríki varð á heimavølli í Göteborg, 12. Juli í 1908 ímóti Noregi.
Tann dysturin endaði við einum knúsandi sigri, har svenskarar vunnu heili 11-3. Søguliga hevur Svøríki tikið lut í 11 HM-endaspølum, og teir fara at stríðast fyri at røkka enn einum HM-endaspæli í 2014. Síðani 1992 hevur Svøríki tikið lut í fimm EM-endaspølum. Svenska fótbóltslandsliðið hevur eisini tikið lut á 9 olymiskum summarleikum gjøgnum tíðinnar.
Fyrsta heiðursmerki kom í 1924
Fyrsta heiðursmerki hjá tí svenska fótbóltslandsliðnum kom í 1924, bert 16 ár aftaná tann fyrsta landsdystin ímóti Noregi. Í 1924 vann Svøríki bronsuheiðursmerki á olympisku summarleikunum í tí franska høvuðsstaðnum, París. Í hálvfinaluni tapti Svøríki 1-2 ímóti Sveis. Tveir bronsudystir máttu til, áðrenn Svøríki tryggjaði sær bronsuheiðursmerkini.
Tá á døgum var einki sum æt longd leiktíð ella brotssparkskappingar. Fyrri bronsudysturin millum Svøríki og Holland endaði við javnleiki 1-1. Í umdystinum eydnaðist tað Svøríki at vinna 3-1 á Hollandi.
Í 1948 vann Svøríki olympiskt gull á summarleikunum í London við einum liði, sum hevði nógvar profilar, sum seinnu skuldu gera vart við seg til HM-endaspøl í 1950-unum. Millum legendirnar sum vunnu olympiskt gull í 1948 vóru Nils Liedholm, Gunnar Gren og Gunnar Nordahl, sum eisini gjørdu vart við seg sum yrkisspælarar í AC Milan í Italia, har teir blivu kendur sum »Gre-No-Li« álopstrioin. Teir megnaðu eisini at vinna italska meistaraheiti við AC Milan.
Á summarleikunum í London í 1948 vann svenska liðið 3-1 á Jugoslavia í finaluni. OL í 1948 er einasta stóra altjóða fótbóltskapping, sum Svøríki hevur vunnið. Tað sum eisini ger 1948-liðið hjá Svøríki so legendariskt er, at tríggir brøður vóru á liðnum. Teir vóru Gunnar Nordahl, Knut Nordahl og Bertil Nordahl.
Í 1952 vann svenska landsliðið sítt seinasta olympiska heiðursmerki. Hetta árið vóru olympisku summarleikirnir í finska høvuðsstaðnum, Helsinki. Í hálvfinaluni møtti Svøríki tí legendariska liðnum hjá Ferenc Puskás, og har snøgt sagt einki at gera. Ungarn vann ein knúsandi 6-0 sigur. Svenska liðið reisti seg tó í bronsudystinum, tá teir vunnu 2-0 á Vesturtýsklandi.
Tvey HM heiðursmerki í 1950-unum
Í 1938 fekk Svøríki eitt heiðurligt 4. pláss í HM-endaspælinum í Fraklandi, men tað skuldi blíva enn betur við tíðini. 1950-ini var eitt serliga gott tíðarskeið fyri svenskan landsliðsfótbólt. Í 1950 var HM-endaspæl í Brasil. Svenska fótbóltssambandið vildi ikki loyva nøkrum yrkisspælarum at spæla á tí svenska fótbóltslandsliðnum, og vóru vónirnar ikki tær størstu til svenska liðið. Men svenska amatørliðið tók øll á bóli, og tað eydnaðist svenska liðnum at vinna bronsuheiðursmerki í 1950.
Tað eydnaðist ikki Svøríki at vinna seg til HM-endaspælið í 1954, men fýra ár seinni fekk Svøríki sítt higartil besta HM-úrslit á heimavølli. Tað eydnaðist svensku vertunum at vinna seg í finaluna, aftaná ein minniligan 3-1 sigur í hálvfinaluni ímóti Vesturtýsklandi, sum tá vóru heimsmeistarar. Millum svensku legendirnar á 1958 liðnum vóru Kalle Svensson, Orvar Bergmark, Agne Simonsson, Kurt Hamrin, Gunnar Gren, Lennart »Nacka« Skoglund, Nils Liedholm og Bengt »Julle« Gustafsson.
Í finaluni á Rásunda leikvøllinum í Stokkhólmi, sum var ímóti Brasil var tó ikki nógv at gera hjá Svøríki. Brasil vann ein sannførandi 5-2 sigur, hóast Nils Liedholm legði Svøríki á odda, tá bert fýra minuttir vóru farnir. Tann bert 17 ára gamli Péle skeyt tvey mál fyri Brasil í finaluni.
Misjøvn úrtøka
Svøríki vann seg ikki í HM-endaspølini í 1962 og í 1966, men í 1970-unum royndist væl betur. Svenska landsliðið vann seg í HM-endaspælið í Meksiko í 1970, men ólukkutíð fyri svenskarar, so ruku teir út uppá málmun. Svøríki var í einum tøttum bólki saman við Italia, Uruguay og Ísrael. Svøríki tapti 0-1 ímóti Italia, sum seinni í kappingini vann silvur. Ímóti Ìsrael gjørdist talan um javnleik 1-1, og ímóti Uruguay, sum seinni vann seg í hálvfinaluna í kappingini, eydnaðist tað svenskarum at vinna 1-0, sum tó ikki var nóg mikið til at vinna seg víðari í kappingini.
Svøríki vann seg aftur í HM-endaspælið, sum var í Vesturtýsklandi í 1974. Aftaná tveir málleysar javnleikir ímóti Bulgaria og Hollandi, eydnaðist tað Svøríki at vinna 3-0 á Uruguay. Í tí næsta bólkaspælinum tapti Svøríki 0-1 ímóti Póllandi, sum seinni vann bronsu í kappingini, og 2-4 ímóti Vesturtýsklandi, sum vann kappingina. Svøríki vann tó 2-1 á Jugoslavia, sum gav svenska liðnum eitt fimta pláss í kappingini.
Millum profilarnar á 1974-liðnum var Ronnie Hellström, sum seinni kom at verja málið hjá týska bundesliga-liðnum, Kaiserslautern. Svøríki vann seg eisini til HM-endaspælið í 1978, sum var í Argentina, men har gekk ikki nakað serligt. Svenskarar fingu javnleik 1-1 ímóti Brasil, men teir taptu 0-1 ímóti Spania og Eysturríki, og vóru úti av kappingini.
Svøríki vann seg ikki í HM-endaspølini í 1982 og í 1986. Tað eydnaðist tó svenskarum at vinna seg í HM-endaspælið, sum var í Italia í 1990. Har hendi tað margháttliga, at svenska liðið tapti allar tríggjar dystirnar í bólkaspælinum við 1-2. Talan varð um tap ímóti Brasil, Skotlandi og Costa Rica.
EM í 1992 og HM í 1994
Aftaná vónbrotið í 1990 fekk tað svenska landsliðið eitt veruligt gjøgnumbrot aftur. Svøríki var EM-vertstjóð í 1992. Svenskarar komu saman við Danmark víðari úr innleiðandi bólkinum, har stóru tjóðirnar, Ongland og Frakland vóru sendar til hús. Svøríki vann 2-1 á Onglandi, 1-0 ímóti Danmark, og spældi javnleik 1-1 ímóti Fraklandi. Í hálvfinaluni gjørdist Týskland tó ein ov stórur biti, og tapti Svøríki 2-3 ímóti Týsklandi í hálvfinaluni.
HM-endaspælið í 1994 gjørdist minniligt fyri Svøríki. Í innleiðandi bólkaspælinum spældi Svøríki javnleik 2-2 ímóti Kamerun, og javnleik 1-1 ímóti Brasil. Liðið vann triðja dystin ímóti Russlandi við 3-1. Í áttandapartsfinaluni vann Svøríki 3-1 á Saudi Arabia. Fjórðingsfinalan ímóti Rumenia gjørdist ein minniligur dystur, sum endaði við longdari leiktíð og brotssparkskapping, har Svøríki at enda var omaná 7-6. Í hálvfinaluni gjørdi Svøríki ikki tær stóru skreytirnar ímóti Romario og Brasil, sum vunnu 1-0.
Í bronsudystinum reistist svenska liðið tó veruliga, og útklassaðu teir Bulgaria við einum sannførandi 4-0 sigri, har øll málini fullu í fyrra hálvleiki. Bragdið hjá Thomas Brolin, Martin Dahlin, Henrik Larsson, Thomas Ravelli og hinum spælarunum á 1994-liðnum hjá Svøríki var valt til aldarinnar ítróttarbragd á einari atkvøðu í Svøríki.
Rímiliga gott í 2002-2006
Tað hevur gingið rættiliga misjavnt hjá Svøríki síðani 1994. Liðið vann seg í EM-endaspælið Í Belgia og Hollandi, summarið 2000, men har gjørdist talan 1-2 tap ímóti Belgia, 1-2 tap ímóti Italia og javnleik 0-0 ímóti Turkalandi í tí innleiðandi bólkaspælinum. Í HM-endaspælinum í 2002, sum var í Japan og Suðurkorea gekk munandi frægari. Svøríki spældi javnleik 1-1 ímóti bæði Onglandi og Argentina, umframt ein 2-1 sigur á Nigeria, sum gjørdi, at Svøríki vann tann innleiðandi bólkin.
Í áttandapartsfinaluni gekk tó galið, tá svenskarar taptu 1-2 ímóti Senegal aftaná longda leiktíð. Í EM-endaspælinum í 2004, sum var í Portugal gjørdist aftur talan um eitt góðkent avrik. Svenskarar vunnu ein knúsandi 5-0 sigur ímóti Bulgaria. Svenskarar spældu 1-1 ímóti Italia og 2-2 ímóti Danmark, og vunnu teir bólkin uppá málmun. Í fjórðingsfinaluni var eydnan ikki blíð við svenskarar. Svøríki tapti ímóti Hollandi, aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping. Svøríki vann seg eisini í HM-endaspælið í Týsklandi, sum var summarið 2006. Liðið byrjaði illa við einum 0-0 javnleiki ímóti Trinidad og Tobago.
Í teimum næstu dystunum eydnaðist tað tó at vinna 1-0 á Paraguay, og at spæla javnleik 2-2 ímóti Onglandi. Ì áttandapartsfinaluni endaði tað tó við einum 0-2 ósigri ímóti vertstjóðini, Týsklandi.
Minni gott í 2008-2012
EM-endaspælið í 2008 endaði minni væl hjá Svøríki, tá liðið tapti 1-2 ímóti Spania og 0-2 ímóti Russlandi, tá munaði ein 2-0 sigur á Grikkalandi ikki tað stóra, tá samanum kom.
Svøríki vann seg ikki til HM-endaspælið í Suður-Afrika, summarið 2010.
Í summar var liðið víð í EM-endaspælinum í Ukraina og Póllandi. Svøríki tapti 1-2 ímóti Ukraina, og 2-3 ímóti Onglandi, men endaði væl við einum 2-0 sigri á Fraklandi. Teir bláu og gulu við Zlatan Ibrahimovic á odda leingist eftir at sleppa at spæla í einum endaspæli aftur.
Næsta forðingin á vegnum er Føroyar. Svenski fótbóltsalmenningurin krevur ein sigur, men venjarin Erik Hamrén ávarar ímóti at undirmeta føroyska liðið.
Svøríki og Føroyar hava bara spælt ein A-landsdyst. Tað var 31. januar í 2001, tá liðini møttust í innandura fótbóltshøllini í Växjö. Dysturin sum endaði við javnleiki 0-0, var tann fyrsti dysturin hjá Zlatan Ibrahimovic á tí svenska A-landsliðnum. Nú kemur Zlatan til Føroya, sum heimsstjørna og liðskipari á tí søguríka svenska landsliðnum.