Fáa eina miljón pund til oyggjaleikirnar í 2023

Formaðurin í oyggjaleikanevndini á Orknoyggjunum, Robbie Fraser boðar frá, at tey hava fingið munandi fíggjarligan styrk

Tað liggur í kortunum, at tað verður møguliga kapping millum Føroyar og Orknoyggjar at skipa fyri oyggjaleikunum í 2023. Men nú hevur oyggjaleikanevndin á Orknoyggjum fingið ein fíggjarligan styrk, sum munar.

 

Robbie Fraser, sum er formaður í oyggjaleikanevndini hjá Orknoyggjum boðar frá á facebook-bólkinum "Orkney Island Games": Eg havi verið afturhaldandi seinastu tíðina at boða frá nøkrum viðvíkjandi møguleikanum, at oyggjaráðið á Orknoyggjum (Orkney Island Council) fór at stuðla okkara ætlan at hýsa oyggjaleikunum í 2023, men í morgun gjørdist dreymur okkara veruleiki. Tað gekk ógvuliga friðarliga fyri seg, og talan var ikki um nakað kjak. Allir limirnir í oyggjaráðnum tóku undir við okkum á fundinum vit høvdu um málið í farna mánað. Úrslitið er, at oyggjaleikirnir fáa ein fíggjarligan stuðul uppá eina miljón bretsk pund (8,5 miljónir krónur í okkara peningi). Allur peningurin kemur úr oljugrunninum. So nú kann arbeiðið hjá okkum veruliga byrja, boðar Robbie Fraser frá. 

 

So skulu Føroyar hýsa oyggjaleikunum í 2023 so verður tað í harðari kapping við Orknoyggjar, sum nú eru væl betur fyri í tí kappingini nú oyggjaleikanevndin á Orknoyggjum hevur fingið munandi fíggjarligan styrk. Orknoyggjar hava eisini tveir golfvøllir, og tað vigar tungt, tá eitt oyggjaland skal søkja um at fáa oyggjaleikirnar.