Hósvík: Um hálvan september í ár skal eftir ætlan standa ein nýggjur dagstovnur í Hósvík.
Fyri umleið trimum mánaðum síðani varð farið undir at byggja ein dagstovn í bygdini.
- Bygdin stendur í vøkstri, so um vit skulu tryggja okkum, at barnafamiljur skulu tíma at vera her, so mugu allir hentleikar vera í lagi, sigur Jógvan Mørkøre, borgarstjóri í Hósvík.
Sum er nú, hevur kommunan eina dagrøktaskipan. Ætlanin er, at dagrøktarmammurnar, sum arbeiða í skipanini, skulu fáa arbeiði á stovninum.
Umleið 45 børn eru í løtuni í dagrøktarskipanini hjá Hósvíkar Kommunu, men á nýggja stovninum verður pláss fyri beint undir 60 vøggustovu- og barnagarðsbørnum.
Á stovninum verða stovur bæði í erva og í neðra, og møguleiki verður eisini fyri frítíðarskúla. Tó sigur Jógvan Mørkøre, at tað kann væl verða, at frøitíðarskúlin verður onkra aðrastaðni í bygdini.
Kostnaðurin fyri nýggja dagstovnin í Hósvík liggur umleið 4,5 mió krónur.