Fiskimálaráðið hevur steðgað ætlanini um at samskipa 10. flokkarnar í Tórshavnar Kommunu í Eysturskúlanum. Kortini bjóðar skúlin næmingum at koma í »Nám x«, sum skúlin kallar tað.
Eysturskúlin bjóðar framvegis Nám X, sum stakur skúli, hóast 10. flokkarnir, sum samskipað átak í kommununi, fyribils er steðgað.
Hóskvøldið fekk Eysturskúlin at vita, at Skúlastýrið í Kommunuskúlanum hevur fingið myndugleikarnar fyribils at steðga kommununi við samskipanini av 10. flokkunum. Men Eysturskúlin bjóðar framvegis nýggja 10. flokkin, sum stakur skúli til teirra, sum vilja royna nakað annað. Orsakað av umstøðunum verða møguliga nakrar tillagingar gjørdar.
Úr Eysturskúlanum verður sagt, at í skjótt fimm ár hevur verið arbeitt við at savna allar 10. flokkarnar í Tórshavnar Kommunu í Eysturskúlanum.
- Hetta hava tvey býráð samtykt, játtan er frá Mentamálaráðnum, og hevur hetta eisini havt fulla undirtøku í øllum skúlastýrinum í kommununi. Ja, enntá var ígildissetani útsett eitt ár, frá 2009 til í ár eftir ynski frá Kommunuskúlanum. Sostatt var eingin mótstøða móti ætlanini fyrr enn hon nú skuldi realiserast, skrivar skúlin á heimasíðuni.
Í Eysturskúlanum hevur fyrireikingin verið miðvís alt farna árið, og burturúr er komið eitt heilt øðrvísi og sera viðkomandi 10. floks ár, kallað Nám X.
Skúlin sigur, at tá innihaldið í árinum er framlagt fyri næmingum og foreldrum, hevur tað verið dygg undirtøka fyri nýggju skipanini, sum flestu hava verið positivt ovfarin av.
Undirvísingin verður í E-lonini í skúlanum, sum burturav skal brúkast til endamálið. Sostatt verður Nám X skildrað frá restini av skúlanum.
Dentur er lagdur á at gera skúlaárið til eina uppliving, har næmingarnir velja lærugreinar eftir evnum og áhuga. Miðað verður eftir, at næmingarnir búnast, betra lestrarførleikan og menna verkligu og skapandi evnini.
- Stutt sagt, at Nám X skal vera eitt øðrvísi og viðkomandi skúlaár, byrjanin uppá framtíðina. Nú Tórshavnar Kommuna fyribils er steðgað í samskipanini av 10. flokkunum fyri allar skúlarnar í kommununi, bjóðar Eysturskúlin hetta spennandi tilboði til næmingarnar sum stakur skúli. Orsakað av nýggju umstøðunum verða møguliga tillagingar gjørdar í samlaða undirvísingartilboðnum, sigur skúlin.
Til ber at lesa meira á www.eysturskulin.fo