Fótbóltur
Millum áskoðararnar á Tórsvølli í gjár var eisini Didi Constantini, sum er nýggjur eysturríkskur landsliðsvenjari, eftir at Karl Brückner í fjør heyst varð koyrdur úr starvinum. Millum annað eftir ein 1-1 javnleik móti Føroyum á Tórsvølli.
- Fyrra hálvleik kundu tit tvær ferðir lagt tykkum á odda. Og hóast tit ikki fingu málið, so var sjónligt, at serbar høvdu nervar um tað, sum gekk fyri seg á vøllinum.
- Tykkara menn hildu seg sera væl til 4-5-1 spælskipanina. Teir megnaðu at brúka báðar síðurnar, og sum heild haldi eg, at teir framdu eitt sera gott avrik. Og í veruleikanum vóru tit óhepnir, at tit ikki skoraðu, segði fryntligi venjarin, sum segði seg vera nógv klókari um føroyska landsliðið, nú hann fer aftur til Eysturríki.
Føroyar spæla dyst í Eysturríki í september mánaði í ár.










