Eysturríkarar minnast væl hjálparvenjararnar

Teir báðir hjálparvenjararnir hjá Brian Kerr munnu eysturríkarar komast væl við. Teir eru Jens Martin Knudsen og Abraham Løkin.

Felags fyri teir báðar er, at teir vóru á føroyska liðnum, sum 12. september í 1990 í Landskrona vann 1-0 á Eysturríki.

At hjálparvenjararnir báðir vóru við í tiltikna sigrinum fyri 19 árum síðani hevur vakt ans millum eysturríksk tíðindafólk. Tey hava víst eins stóran áhuga - og kanska størri áhuga - í at gera samrøður við hjálparvenjararnar, sum teir hava havt í at gera samrøður við spælararnar.