Klokkan 19.47 ljóðaði síðsta skotið í kappróðrinum á sundalagsstevnu í Hvalvík. Veðrið er av tí fagrasta, nú tá ið 10-mannaførini fóru skúmandi fram ímóti málinum.
Longu í startspurtinum hevði Eysturoyingur hug at leggja stavnin fram um kappingarneytarnar, og Eysturoyingur hevði stavnin undan alla tíðina.
Talan varð kortini ikki um so trivaligan sigur, sum Eysturoyingur vann á norðoyastevnu.
Høvuðsstaðarbátarnir vóru knáir og treiskir. Drekin Reyði var leingi fremsti avbjóðarin, men so fór Havnarbáturin at ressast. 10-mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag, sum hevur vunnið so nógv, men sum ikki hevur staðið seg nakað serligt tey seinnu árini, tók Drekan Reyða.
Í dag eydnaðist tað ikki Havnarbátinum at gera nakað við Eysturoying, sum harvið hevur fult stigatal eftir tveir av sjey róðrum í ársins FM kapping.
Gongdin í góðveðrinum í Hvalvík í kvøld kundi bent á, at tað fer at verða heilt spennandi, tá ið tað leygardagin fer at verða kappast á eystanstevnu á Skálafjørðinum. Eysturoyingur verður favorittur í heimasjógvi. At bæði Havnarbáturin og Drekin Reyði tykjast hava hug at bjóða av í kappingini um fremsta plássið leggur upp til tætta kapping.
Í kvøld hilnaðist tað ikki so væl hjá Orminum Langa, sum á norðoyastevnu stóð seg væl. Tað kann væl hugsast, at eisini hann fer at vera við í kappingini um fremsta plássið á Skálafjørðinum.
Eysturoyingur 4.32.06
Havnarbáturin 4.33.16
Drekin Reyði 4.34.02
Ormurin Langi 4.35.16