Samstarvið við norska dansifelagið Bråsnun byrjaði í 2004, tá Bråsnun setti seg í samband við Eysturoyar Dansifelag. Tey ynsktu at koma til Føroya á ólavsøku í 2005, og vildu tí hava samband við eitt føroyskt dansifelag, og soleiðs kom samstarvið í lag.
Tey samskiftu eina tíð umvegis teldupost, og hetta endaði so við at tey úr dansifelagnum Bråsnun komu til Føroya á ólavsøku í 2005. Tey hildu so ólavsøku saman við Eysturoyar Dansifelag, og tey hugnaðu sær saman og dansaður. Millum annað vóru tey gongutúr úti á Eystnesi, ein túr við Gjógv og undir Vestmannabjørgunum við teimum.
Ætlanin var so at Eysturoyar Dansifelag skuldu fara yvir til Noregs at vitja tey, og fyri umleið hálvumøðrum ári síðani varð avgerðin tikin um, at nú skuldu tey fara. Áðrenn hetta hevði Eysturoyar Dansifelag ikki verið uttanlands síðan 1982, og nú hildu tey at tíðin var komin at fara aftur.
Søguligur túrur
Tey fóru úr Føroyum mánadag tann 21. juli við Norrønu, og við á ferðini høvdu tey leigað buss. Komin til Bergen byrjaðu tey so at koyra upp móti Tróndheimi. At tey høvdu buss við sær gav teimum eisini fleiri møguleikar at vitja ymisk støð á vegnum til og frá Bergen.
Umframt at tey dansaðu og høvdu framsýning við føroyskum dansi, vitjaðu tey eisini ymisk søgulig støð har á leiðini. Dansifelagið Bråsnun er sum sagt úr Agdernes, sum liggur á sunnara armi á Tróndheimsfjørðinum.
Hósmorgun komu tey inn til Tróndheim, og vóru tey boðin út, og har sóu tey fleiri av søguligu bygningunum í Tróndheimi. Um kvøldið fóru tey so á Stiklastaðir, har tey sóu forvitnisligan útileik av bardaganum við Stiklastaðir, har Ólavur Heilagi varð dripin á sinni, og sum vit kenna aftur úr Sjúrðakvæðinum.
Eisini steðgaðu tey í Kvam, sum liggur millum Fagernes og Tróndheim, og har vitjaðu tey grøv Sinclars, sum vit eisini kenna til úr Sinclars vísu. Sigast kann, at tey hava verið ein søguligan túr, sum er væl í tráð við tað, at tey eisini vístu fram føroyska dansin.
Ein góður túrur
Kathrina Hansen av Norðskála var við á ferðini, og hon greðir frá, at hetta var ein sera góður og hugnaligur túrur, har tey sóu nógv forvitnisligt.
- Tað var ein ótrúliga góður og strævin túrur, og tað var eisini rættiliga heitt. Tey søgdu, at hetta var heitasta summarið í Tróndheimi í 40 ár, og vit gingu runt har í føroyskum klæðum, sigur Kathrina Hansen.
So kunnu vit ætla, hvussu heitt tað hevur verið hjá teimum at spáka runt í øllum hitanum í Tróndheimi.
Leygarmorgun byrjaðu tey so aftur at koyra niður móti Bergen. Komin til Bergen ólavsøkuaftan fóru tey eisini upp at dansa. Hesuferð dansaðu tey á Bryggen, á einum sum eitur Tracthørsted í gamla Bergen.
Morgunin eftir fóru tey so umborð á Norrønu, at sigla móti Føroyum aftur. Har vóru tey so heppin, at tey á Norrønu høvdu fingið eintøk av heftinum til miðnáttarsangin á vaglinum umborð.
Á vegnum heimaftur sungu tey so eisini miðnáttarsangin, eins og fólkini á ólavsøku gjørdu tað, og umborð dansaðu tey eisini. Tey buðu eisini hinum ferðafólkunum umborð at koma við í dans, og samanumtikið høvdu tey ein sera hugnaligan túr heimaftur úr Noregi, har tey høvdu verið og vitja dansifealgið Bråsnun úr Agdenes.