Eysturkommuna broytir skúlabygnaðin

Á eyka býráðsfundi 9. november var býráðið í Eysturkommunu samt um at taka undir við tilmælinum frá arbeiðsbólkinum í samband við broytingar av skúlabygnaðinum í Eysturkommunu galdandi frá 1. august 2010.

Broytingin ber í sær, at næmingar í 1.-3. flokki í Eysturkommunu fara at ganga í Leirvíkar Skúla og næmingarnir í 4.-7. flokki í Gøtu Skúla. Eisini er tilmælt at stovnseta 0.flokk, sum skal ganga í Leirvíkar Skúla.

Heimasíðan hjá kommununoi skrivar, at neyðugt verður at út- og umbyggja báðar skúlarnar við umeið 300 fermetrum og útbyggingin verður gjørd við atliti og virðing fyri verandi skúlabygningum. Uppskot og kostnaðarmeting av út- og umbyggingini verður lagt aftur fyri býráðið til støðutakan seinni í hesum árinum.