Eykakonsert við Nashville-tónleikarum

Útselt er til stóru Nashville-konsertina á Hálsi leygarkvøldið, og tí hava fyriskipararnir gjørt av at skipa fyri eini eykakonsert. Eykakonsertin verður í ítróttarhøllini á Hálsi kl. 18.00 leygarkvøldið, og útselda konsertin, sum upprunaliga skuldi byrjað kl. 20.00, er flutt til kl. 21.00.

 

Atgongumerki til eykakonsertina fáast á Statoil-støðunum kring landið, í Expert í SMS og í Soundcheck í Miðlon.

 

- Vit fegnast nógv um stóru undirtøkuna fyri Nashville-tiltakinum, sigur Petur Háberg Jacobsen, fyriskipari frá American Euro Link (AEL).

 

Leygarkvøldið á midnátt verður skipað fyri country-dansi í ítróttarhøllini á Hálsi, har Hallur Joensen, Ólavur Højgaard og Kim Hansen fara at spæla við føroyskum bólki.